Millum nýggjheitirnar í Frankfurt verður nýggi Toyota Yaris, sum er vorðin nakað størri enn forgangarin. Designið er nýtt, men nýggi Yaris líkist forgangaranum, sum hevur verið ein succes hjá Toyota. Bilurin kemur á evropeiska marknaðin fyrst í 2006.
Ein annar Toyota, sum verður sýndur fram í Frankfurt, er Toyota Endo, sum er ein konseptbilur, ið er designaður á evropeiska designsentrinum hjá Toyota í Fraklandi. Bilurin hevur sitipláss til trý vaksin fólk.