Trý flogfør eru á veg til Føroya

Atlantic Airways vónar, at trý flogfør skulu lenda í Vágum í kvøld, og at eitt skal fara avstað aftur Mjørkin í Vágum hevur seinkað flogferðsluna seinnapartin og í kvøld. Umframt svenska flogfarið við franska landsliðnum, sum nú er á veg til Noregs, hava trý flogfør hjá Atlantic Airways í kvøld bíðað eftir floglíkindum. Tey eru nú øll á veg henda vegin.

Klokkan 22:00 upplýsti Atlantic, at RC455 er farin úr Keypmannahavn kl. 21:30 og væntast at lenda í Vágum um midnáttina.

RC453 úr Keypmannahavn, sum noyddist at fara til Egilstaðir, fór av Egilstøðum væntast at lenda í Vágum umleið klokkan 23:00.

RC255 úr Reykjavík væntast at vera í Vágum umleið klokkan 23:30.

Atlantic Airways upplýsir, at RC456 til Keypmannahavnar fer úr Vágum umleið 45 minuttir aftaná, at fyrsta flogfarið hevur sett seg.