Tríggir bilar stolnir í Suðuroy

Í nátt hendi tað sjáldsama, at tríggir bilar vórðu stolnir í Suðuroy.

Tveir av bilunum vórðu stolnir á Tvøroyri og ein í Hvalba.

Allir tríggir bilarnir eru komnir aftur í aftur, men teir hava allir fingið skaða, meiri og minni.

Kortini er onki, sum bendir á fólkaskaða í hesum sambandi, sigur løgreglan.

Ein av bilunum kom aftur í aftur í Trongisvági og tveir í Hvalba.

Løgreglan sigur, at í tveimum av bilunum stóðu lyklarnir í.

Tað er ikki lógligt at lata lyklarnar standa í bilinum, so tað kunnu eigararnir vænta sær bót fyri.

Løgreglan er ikki komin so langt í greiningararbeiðnum í morgun, at tey vita so nógv um smálutirnar enn og tí vita tey heldur ikki við vissu, um talan er um somu fólk, sum hava stolið allar tríggjar bilarnar, ella ikki.

Annars hevur verið friðaligt hjá løgregluni í kvøld. Onkur er tikin fyri at koyra við kenning og so hevur løgreglan aftur í nátt veri runt og kannað, um vertshús og skeinkistøð halda seg til lógir og treytir.

Tað var onki at finnast at, sigur løgreglan.

Síðsta vikuskiftið kannaði løgreglan eisini vertshús bæði leygarnáttina og sunnunáttina og tá hendi tað, at sama vertshús fekk átalu báðar næturnar fyri at hava longri opið enn loyvt er.

Sama vertshús varð kannað aftur í nátt og nú var einki at fýlast á, sigur løgreglan.