Tríggir dystir í Effodeildini í dag

Í dag kl.15 verða tríggir dystir í Effodeildini bríkslaðir í gongd. HB fær á heimavølli vitjan av botnliðnum FC Suðuroy. Hetta er við at verða seinasta útkall hjá FC Suðuroy, sum enn hevur sín fyrsta sigur til góðar í Effodeildini, meðan HB hinvegin skal royna at betra um støðu sína í fremru helvt, nú oddaliðið EB/Streymur snávaði í gjár. Heimaliðið er fyri uttan teir báðar Rógva S. Holm og Hall Hansson, sum vórðu útvístir í dystinum ímóti B36 mikukvøldið.

 

Heima í Fuglafirði skal ÍF somuleiðis royna at styrkja um støðu sína frammi í oddanum, tá ið teir fáa vitjan av B68, sum hevur verið eitt vónbrot og í løtuni liggur undir niðurflytingarstrikuni.

 

Triði og seinasti dysturin í dag verður við Stórá í Trongisvági, har TB framhaldandi skal royna at halda fjarstøðu niður til NSÍ, sum vitjar, men eisini hini liðini, ið hava stóran tørv á trimum stigum.

 

Allir dystirnir byrja kl.15.00 og verður sum vant beinleiðis frásøgn frá dystunum her á Portalinum.