Tríggir fagnaðir um vikuskiftið

Tað verður skipað fyri Fimleikafagnaði annað hvørt ár, og í ár verður fagnaðurin 1. og 2. novembur 2008, og er hetta 11. ferðin, ið fagnaðurin verður

Fimleikur

 

Tríggjar framsýningar eru á skránni. Leygarkvøldið klokkan 18. Og sunnudagin klokkan 15 og klokkan 18. Atgongumerkir kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovunum kring landið.

Fimleikafagnaðurin er eitt tað størsta tiltakið, Fimleikasambandið skipar fyri. Her verður fimleikur vístur á ein ørvísi hátt. Feløgini fáa eitt evni, ið tey skulu lýsa við fimleiki/framførslu, ljóði/ljósi, samanspæli/heildarmynd.

Evnið í ár er: Mótsetningar.

10-12 dómarar verða valdir at døma. Tað er ikki neyðugt, at hesir dómarar hava nakað ávíst samband við fimleik, men miðja verður ímóti at finna dómarar við ymiskum førleikum í fjøllbroyttari vinnu. Dómararnir fáa 15-20 min., eftir framførslurnar hjá feløgunum, at tosa saman, og leggur síðani ein teirra fram, hvør vinnarin er.

Í ár hava fýra feløg meldað til. Tey eru: Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Tey hava umleið 100 luttakarar hvør. Feløgini hava 15 min. at framføra teirra lýsing av evninum við breiddini í feløgunum.

Avgerðin, um hvør hevur lýst ársins evnið “Mótsetningar” á besta hátt, fellur aftaná at feløgini hava framført sunnukvøldið kl. 18.00.