Tríggjar fimleikaframsýningar hjá Støkk

Fimleikur: Nú verða árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk. Felagið hevur 600 íðkandi limir, sum fara at sýna fram á trimum framsýningum, allar í ítróttarhøllini í Runavík.

Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 22., 24. og 25. mars. Hóskvøldið 22. mars kl. 18 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, leygardagin 24. mars kl. 15 og sunnudagin 25. mars kl. 15, eru liðini eitt sindur meira blandað.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, vanligu liðini 1. -10. flokk, kvinnur, blandað lið við kvinnum og monnum, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningin verða merki og ídnisprógv
handað.
Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt afturvið keypast úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.