Tríggjar perlur og trý stig

Meira enn fótbóltsspælið so vóru tað málini í dystinum, sum hingu eftir í minninum, tá føroyameistararnir tríggjar ferðir sendu reinar perlur í ÍF-málið

Fótbóltur

 

At tað er truplari at verja eitt meistaraheitið enn at vinna tað, hevur NSÍ so dyggiliga sannað í ár.

Hóast tveir triðingar framvegis eru eftir av kappingarárinum, so er munurin hjá NSÍ upp til oddaliðið longu nú mest sum ótakandi, og skuldi bara hugsingur vera um heiðursmerki, so var kravið trý stig í Fuglafirði sunnudagin.

 

Meistaradygdir

Úrslitið staðfestir, at tann setningurin varð rokkin, og í so máta kundu gestirnir fara fegnir úr Fuglafirði. Men tað var nú ikki, tí talan endiliga var um nakað meistaraspæl, hóast tølini í seinasta enda vórðu rættiliga trygg.

Ella kanska var tað júst meistaraspæl. Fram um annað, so var ein dygdin hjá NSÍ í fjør, at liðið aloftast megnaði at koppa marginalunum til egnan fyrimun. At teir áttu teir spælarar ella tann spælaran, sum megnaði at avgera dystin, júst tá tørvurin á hesum var størstur. Og í so máta vóru runavíkingar aftur á kósini í Fuglafirði.

Fyrsta góða korterið av dystinum var tað nevnliga ÍF, sum sat á tí mesta. Mest av øllum tóktust gestirnir at spæla við hondbremsuni meira enn hálvgum uppi, og tað gav vertunum góðar møguleikar at ota seg fram á vøllin. Við Sasa Jovanovic sum støðugari spælstøð komu teir fleiri ferðir upp í borðunum, og og hóast opni møguleikin ikki fekst í lag, so vóru fleiri vandastøður, har bara seinasta sendingin restaði.

 

Fullu í fátt

Alt broyttist tó eftir fyrsta NSÍ-málið. Kanska hevur mótburðurin hjá ÍF verið ov stórur seinastu tíðina, og í øllum førum mistu teir fullkomuliga pippið, tá Hjalgrím Elttør sera hegnisliga hevði lagt gestirnar framum. Kanska eisini tí skaðin hjá Sasa Jovanovic gjørdi, at ÍF misti spælstatiónina í álopspartinum.

Fram til hetta høvdu runavíkingarnir als ikki hótt ÍF-málið, men nú koppaði dysturin fullkomuliga. Fáar minuttir seinni økti Milan Pejcic, og so var leyst og liðugt.

Seinna hálvleik mest sum bíðaðu áskoðararnir bert eftir, at leiðslan enn einaferð varð økt. Frástøðan millum keturnar hjá ÍF gjørdist alsamt størri, og tað sýnir týðiliga eitt lið, sum ikki fremur neyðuga renniarbeiðið, og hópatalsferðir kundi NSÍ kontra í yvirtalsstøðu, áðrenn teir móti dystarenda setti punktum við enn eini perlu.

 

Perlurnar

Og talan var veruliga um perlur. Tann fyrsta kom annars eftir helst størsta møguleikan hjá ÍF. Sasa var annars púrasta blankur, men hann misti eitt fet, tá hann helst helt seg vera rangstaddan. Ístaðin kontraði NSÍ, tá Bogi Løkin varð sendir avstað. Hann fann Hjalgrím Elttør í vinstru, og júst eftir bókini snaraði hann inn um verjuspælara, áðrenn skrúvandi skot varð sent móti handara tríkanti.

2-0 málið var eitt fríspark av teimum heilt vøkru. Kanska kundi Ganga lækkað talið av monnum í múrinum niður í fýra heldur enn sjey, men í øllum førum varð úrslitið, at Pejcic sera hegnisliga lyfti upp um múrin og í nærmasta málhorn.

Punktum setti Hjalgrím setti Hjalgrím, tá hann var seinasti maður á innleggi frá Nenad Stankovic. Øssur Dalbúð longdi upp um verjuni, og skrátt úti frá handara stólpa heilfluktaði Hjalgrím við vinstra beininum.

 

Nenan endurføddur

Sigurin bar við sær, at NSÍ klintraði upp á fjórða plássið á stigatalvuni, har teir nú elta B36 og HB. Enn kunnu teir valla droyma um oddasessin, men frøin um trý stig hesaferð kann væl bera við sær, at optimisman verður nakað størri í komandi dystunum.

Og tað kann spælið hjá Nenad Stankovic eisini. Ársins spælari í fjør hevur higar til havt trupult við at finna rætta stevið á vøllinum, men í fjár var hann aftur í eyðkenda stílinum, har hann í stórum parti av dystinum fullkomuliga setti seg á miðvøllin.

Hjá ÍF tykist optimisman hinvegin vera horvin. Liðið, sum fyrstu umførini tók øll á bóli, spælir ikki longur eins spruttandi, og tað er fyrst og fremst tann spæligleðin, sum skal leitast fram, um frástøðan til botnin aftur skal økjast.