Trúgva einki upp á at hann einki minnist

ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Serlæknar trúgva einki upp á, at maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroyndir í Norðdepli, einki minnist frá hendingini

Tað er ógvuliga ósannlíkt, at hann einki minnist frá hendingini.
Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd í Norðdepli tann 14. juli í fjør, hevur alla tíðina tvíhildið um, at hann einki minnist frá hendingini.
Hann hevði ”black out”, sum hann kallaði tað. Men tað var einki nýtt, at hann fekk ”black out” tá ið hann ballaðist, tí tað fekk hann hvørja ferð.
Men hetta trúgva serlæknar í Danmark einki upp á.
Bæði blóðroynd og landroynd vórðu tikin av manninum stutt eftir at hann varð tikin, ella góðan hálvan annan tíma eftir, at fólkini í Norðdepli vórðu álopin.
Tá varð promillan máld til 1,06, men royndirnar vórðu endurtiknar fyri at beina allan iva burtur.
Hinvegin vórðu eingi spor av heilivági ella rúsevnum at finna.

Ógvuliga ósannlíkt
Men allir upplýsingarnir vórðu sendir niður til Danmarkar til rættarlæknar at taka støðu til.
Og teir hava mett, at tá ið illgerðin í Norðdepli fór fram, frá áleið klokkan átta, til klokkan 8.33 um morgunin, hevði hann 1,28 promillu í blóðinum.
Tað svarar til at hann hevði drukkið fimm ella seks vanligar øl, sigur ákærin.
Og rættarlæknarnir halda at tað er ”overvejende sandsynligt” at tað ikki passar, tá ið hann sigur, at hann einki minnist frá hendingini.
Hinvegin hava læknarnir eisini staðfest, at hann er ikki sinnissjúkur og hann var heldur ikki, tá ið fólkini í Norðdepli vórðu álopin.
Øll offrini í málinum eru avhoyrd og tey hava øll staðfest, at tað var ákærdi maðurin, sum leyp á tey hendan sunnumorgunin og særdi tey so illa, at summi teirra vóru í heilt álvarsligum lívsvanda.
Og samstundis staðfesta tekniskt prógv, at hann hevði blóð av onkrum av offrunum á klæðunum, hann var í, tá ið hann varð handtikin.