Fyrsti dysturin í nítjanda umfari í Premier League var í kvøld, tá Arsenal tók ímóti Liverpool. Dysturin, ið var serstakliga undirhaldandi, endaði 3-3, sum bæði liðini kunnu liva við.
Í fyrra hálvleiki sá tað annars út til, at Liverpool fór at vinna. Liverpool legði seg á odda 1-0 við máli, sum Philippe Coutinho skoraði, og gestirnir vóru sum heild greitt omaná. Stutt fyri hálvleik átti Liverpool at havt økt um leiðsluna, tá Mohamed Salah og Sadio Mané brendu risa møguleikar.
Tá so Liverpool stutt eftir steðgin økti til 2-0, hildu tey flestu dystin vera avgjørdan. Men í fimm ótrúligar minuttir eydnaðist tað Arsenal fulllkomiliga at venda øllum á høvdið.
Fyrst minkaði Alexis Sanchez um munin, og lítla løtu seinni smekkaði Granit Xhaka við langskotið bóltin í málið og so var javnt. Liverpool málverjin, Simon Mignolet, kendist ikki serliga sannførandi í hesi støðuni. Og bert tveir minuttir seinni legði Mesut Ozil Arsenal framum 3-2. Merkisvert var tað, at øll málini vórðu skorað innanfyri fimm minuttir.
Tað eydnaðist tó Liverpool 20 minuttir fyri leiklok at javna til 3-3, sum eisini varð úrslitið. Tað var Roberto Firmino, ið skoraði útjavnandi málið.
Í morgin vera fleiri aðrir dystir á skránni í Premier League.
Arsenal – Liverpool 3-3 (0-1)
0-1 Philippe Coutinho, 26.
0-2 Mohamed Salah, 52.
1-2 Alexis Sanchez, 53.
2-2 Granit Xhaka, 56.
3-2 Mesut Ozil, 58.
3-3 Roberto Firmino, 71.