Tríggjar ferðir hetta vikuskiftið hava fólk ringt til løgregluna at melda harðskap. Í øllum trimum førunum er talan um fólk, sum eru sligin, og sum hava fingið snuddir -men í øllum trimum førunum veit løgreglan eisini, hvør gerningsmaðurin er.
Tveir av tilburðunum vóru í Havn og ein var á Sandi, og løgreglan sigur, at hetta eru mál, sum nú verða kannað.
Somuleiðis hevur løgreglan skuldsett tveir bilførarar fyri at koyra við kenning. Annar varð tikin í Suðuroy og hin varð tikin í Havnini.
Og sunnudagin ringdi ein maður av Runavíkarleiðini til løgregluna tí hann hevði illgruna um, at olja var stolin úr tanganum til húsini. Hann sigur, at fótaspor eftir fólki, sóust í kavanum til oljutangan, og avstað aftur. Tað er eisini eitt mál, løgreglan kannar.