Trípartasamráðingar

Oddagrein

Tað er lítið at ivast í, at nógv av tí, sum nú gongur fyri seg innan karmarnar av tí hugtaki, ið nevnist trýpartasamráðingar er taktikkur og nervakríggj. Snildur taktikkur frá arbeiðsgevarunum, sum ikki fer at virka, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum og ávarar bæði politikarar og arbeiðsgevarar ímóti at leggja Starvsmannafelagið undir trýs Hann er á varðhaldið, nú arbeiðsgevarar hava kallað arbeiðarafeløgini til nýggjan fund um trýpartasamráðingar við landsstýrið um kostnaðarstøðið í Føroyum. Tað er sostatt greitt, at Starvsmannafelagið sum nú er, verður neyvan við i eini trýpartaloysn. Tað er eisini ivasamt, um arbeiðarafeløgini eru samd um ætlanina. Eitt av teimum stóru arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðskvinnufelag, er atfinningarsamt og FA hevur verið ógvuliga varið. Hinvegin tykist HA at verða rættiliga positivt. Tá alt hetta er sagt, so stendur eftir, at trýpartahugtakið hóast alt er áhugavert og ósiðbundið, og kanska er tað júst slíkum hugskotum okkum tørvar í hesum døgum.

Hvat snýr alt hetta seg veruliga um? Hetta snýr seg um, at landsstýrið, arbeiðsgevararnir og partar av fakfelagsrørsluni óttast tað hækkandi kostnaðarstøðið. Hesir partar bera ótta fyri, at vit missa framleiðsluna til lond við lægri kostnaðarstøði, les lægri lønarlagi. Skrekkvisiónin er norska fiskivinnan, sum flytur sína framleiðslu heilt til Kina og danski ídnaðurin, sum flytir sína framleiðslu til Eystureuropa. Trýpartaloysnin skuldi so verið tann, at fáa fakfeløgini vissu fyri skatta- og avgjaldslætta til lá- og meðalinntøkur, so vilja tey slaka munandi við lønarkrøvunum til komandi samráðingar. Vinningurin skuldi so verið eitt munandi lægri kostnaðarstøði innan privata eins væl og almenna sektorin. Harvið skuldu vit fingið bøtt um okkara kappingarføri. Alt hetta skuldi so tryggja arbeiðsplássini.

Hetta er ein freistandi loysn, sum á fakmáli nevnist inntøkupolitikkur, ið so uppaftur hevur sum fortreyt, at allir partar spæla við. Men her eru nógvir leysir endar og nógvir trupulleikar. Henda loysn gevur minni í landskassan, og tað fær beinanvegin fylgjur fyri alla almennu skipanina, heilsuverk, almannaverk, skúlaskipanina, íløgurnar o.m.a. Hartil koma tær søguligu royndirnar, sum vísa, at skatta- og avgjaldslættar bert halda í eina tíð. Hvussu skal tað almenna kunna veita trygd móti skatta- og avgjaldshækkingum í einum skeiði við vaksandi búskapartrupulleikum? Hvat við prísunum, sum landsstýrið ikki er harri yvir? Hvørja trygd hava løntakararnir fyri, at ein trýpartasemja ikki fer at venda tunga endanum niðureftir o.s.fr.? Jú víst eru nógvir ósvaraðir spurningar. Hinvegin er hetta eitt áhugavert hugskot, ið eigur at verða roynt. Fæst ikki semja og fæst ikki tann neyðuga trygdin, vendist altíð aftur til tað gamla.