Trý renna kapp í oddinum

ÍF er enn ósigrað, men bæði Dráttur og ÍF royna at halda fast í oddinum

Flogbóltur

 

Hóast bert fá umfør eru farin av meistaradeildini hjá kvinnum, so tykist stigatalvan longu nú verða farin í tvey.

Tey trý niðastu vóru øll í dysti um vikuskiftið, og tó at Mjølnir-kvinnurnar vóru heilt nær sínum fyrsta stig, so vildi ikki bera til kortini.

Mjølnir hevði vitjan av KÍF, sum noyddist út í drúgvan 5-settara, men tað rakk tó ikki til stig hjá heimaliðnum. Talan varð um ein sera javnan dyst, har tað fleiri ferðir reið um snarið. Seinasta settið settu gestirnir tó av álvara ferð á. Kreftirnir og konsentratiónin hjá Mjølni gingu eisini undan, og við tryggum 15-4 kundu tær úr Kollafirði toga sigurin heim..

Á tvøroyri tók tað eina løtu, áðrenn ÍF veruliga kom fyri seg. Heimaliðið birti sær eina vón við at vinna fyrsta settið, og vildi væl til, so kundi talan væl verði um stig eisini. Gestirnir eru tó ikki oddalið fyri einki, og við sjálvsálitinum, sum hetta gevur, megnaðu tær tvær ferðir á rað at vinna sera tøtt sett við teimum báðum neyðugu bóltunum. Og so var at kalla útselt hjá TB, sum ikki megnaði at halda ferðini í dystinum koyrandi.

Seinasti dysturin var í Havn, har Dráttur vitjaði hjá Fleyr. Her gjørdist talan um tryggan sigur til Drátt. Samanlagt vann Fleyr bara 36 bóltar, og tí kundu tær illa mótmæla greiða tapinum.