So eru hurðarnar latnar upp fyri teirri árligu framsýningini, sum er í næstan øllum bygdunum í Føroyum. (Tá ið tosað verður um framsýningar, verður sum ofta hugsað um okkurt áhugavert og hugaligt).
Men henda er minni hugalig. Hon sýnir mentan okkara. Vísir andlit okkara úftir.
Henda árliga framsýningin letur upp longu fyrst í juni, og heldur á til miðjan august, við hvørt longur, ja heilt út í oktober. Longri hon er, fleiri hava høvi at síggja hana. Tey hava høvi at síggja fjøtraði tjøldur í ymsum stigum. Summi hava ungar, og royna tey at geva teimum at eta. Onnur hava bara eitt bein, hitt er kvett av.
Fer tú at spáka tær runt í Havn og úti á bygdunum framvið traðirnar sær tú sama mynstur ár um ár. Traðir, har ull rekst allastaðni, og aðrar sum eru reinar og snøggar.
So er beistagerðin ímóti tjaldrinum byrjað.
Henda slóðin eftir teimum órøkjutu traðarmonnunum stendur so sjónskt t.d. í Havn. At tú dugir nøvnini á teimum uttanat sum umsita tær. Tað eru altíð teir somu. Her eigur Havnar kommuna at hava strangt eftirlit við leigutraðunum. At tær verða røktar.
Um tær ikki verða tað, so má onkur annar sleppa framat, ið dugir.
Og fjølmiðlarnir, við einum undantaki tiga. Hvat ger tað, um t.d. útvarpið sum sendir stóran part av samdøgrinum, ikki kann ofra nøkur sekund um dagin til at minna fólk á tjaldrið? Nei, so eiðasørt.
Ella sjónvarpið? Hesir stovnarnir afturspegla hugburðin hjá tjóðini sum er ein fullkomin líkasæla.
At fólk sum hava eina trøð við seyði á, og sum hava allar møguleikar at rudda fyri ull, ikki gera tað kortini, er tann reini óflýggjaskapur. Tá ið tey vita hvønn vanda tey koma tjaldrinum í.
Tað er tað ið verður kallað djórapínsla.
Erik Mortensen