Í gjár bar til at lesa eina samrøðu, sum eysturríkska blaðið ”Der Standard” hevur við Josef Hickersberger, sum í 18 ár hevur livað við, at hann var maðurin, sum vandi Eysturríki, tá teir taptu 1-0 ímóti amatørunum úr Føroyum. Hickersberger er sera ærligur, hann sigur bart út: - Fyri meg var tað ein persónlig tragedia. Talan gjørdist um tað beiskastu løtuna á yrkisleið mínari. Tað tók Hickersberger eitt hálvt ár veruliga at koma yvir skelkin, sum hendi í Landskrona, tann 12. september í 1990, og spurdur, um einki jaligt kom burturúr dystinum ímóti Føroyum svarar Hickersberger: - Jú tú veitst aftaná tann fyrsta skelkin, at tú hevur nátt tað absolutta lágpunktið. Tað kann ikki blíva verri enn hetta. Toran slær ikki niður á sama húsið tvær ferðir!” Hickersberger verður eisini spurdur hvussu ein ber seg at fyri at vinna á Føroyum: - Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Handan spurningin mást tú senda víðari til tey røttu fólkini!