"Triði Hálvleikur" byrjar klokkan 19.20 í kvøld

Rás2 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni í FSF-húsinum, sum byrjar klokkan 20

Sendingin "Triði hálvleikur" á Rás2 byrjar klokkan 19.20 í kvøld, tá dysturin B36-KÍ er liðugur. Vit tosa við spælarar og venjarar í effodeildini, sum hava verið í leiki í dag. Klokkan 20 senda vit beinleiðis frá FSF-húsinum, tá Lars Olsen kunnger hvørji eru úttiknir til EM-undankappingardystin Føroyar-Finnland.


Í dag er seinasta høvið hjá lurtarunum at senda eitt sms til 559999 og vinna eitt atgongumerki til dystin Føroyar-Finnland, sum verður spældur sunnudagin 7. september. 

 

Sendingin kann hoyrast her: http://www.pressan.fo/index.php?id=101