Tríggir svenskir tannáringar skuldsettir fyri drápsroynd eftir eini viku

Í dag var ein 17 ára gamal svii skuldsettur fyri drápsroynd í Frederiksberg í gjár

Í gjár varð skotið á Falkoner Allé – ikki langt frá Frederiksbergsentrinum – og í dag er ein 17 ára gamal svii skuldsettur fyri drápsroynd

Í gjár var ein skottilburður á Falkoner Allé í Frederiksberg, har ein maður varð raktur. Hann er sambært donsku løgregluni ikki í lívsvanda.

 

Og í dag er ein 17 ára gamal svii skuldsetur fyri drápsroynd í málinum. Tað skrivar løgreglan í Keypmannahavn á X.

 

##med2##

 

Tann skuldsetti verður grundlógaravhoyrdur kl. 10:30 í dag, og ákærumyndugleikin fer at biðja um at fáa dyrnar afturlatnar.

 

Hetta er triðju ferð innan eina viku, at ein svenskur tannáringur verður skuldsettur fyri drápsroynd í Danmark.

 

1. august varð ein annar 17 ára gamal svenskur drongur varðhaldsfongslaður eftir ein skottilburð í Kolding, og sama dag varð ein 16 ára gamal svii varðhaldsfongslaður eftir ein skottilburð á Nørrebrø í Keypmannahavn.

 

Ein ræðandi gongd

 

Danska løgreglan hevur áður víst á, at tað er vorðið eitt rák, at ungir sviiar verða leigaðir av danska kriminella umhvørvinum at útinna kriminalitet í Danmark. Hetta verður til dømis gjørt umvegis sosialar miðlar.

 

Sambært løgregluni hava donsk kriminell lyft sítt virksemi "upp á eitt hægri stig".

 

Tey rinda svenskum ungdómum fyri "skitna arbeiðið", sigur Torben Svarrer, ið er leiðandi politiinspektørur í NSK – eindini fyri serlig brotsverk – við DR Nyheder í farnu viku.

 

Tað er dysturin um rúsevnismarknaðin, sum er atvoldin til, at so nógvir ungir sviar gera kriminalitet í Danmark, sigur hann.

 

– Vit hava sæð fleiri dømi um, at heilt ung fólk koma til Danmarkar at útinna persónsvandamiklan kriminalitet og verða tikin við vápnum uppi á sær. So hetta er ein ræðandi gongd, vit hava sæð.

 

– Tey fáa heilt einfalt eina størri peningaupphædd afturfyri at útinna persónsvandamiklan kriminalitet, herundir dráp. Tað, vit sóu nú, var ein drápsroynd, men í Svørríki hava tey sæð dráp, og tað eru nakrar av teimum somu kanalunum, sum verða brúktar, sigur Torben Svarrer.

 

Danska og svenska løgreglan eru farnar undir eitt samstarv, sum skal fyribyrgja, at ung í Svørríki ferðast til Danmarkar, men tað eydnast ikki altíð.

 

Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, segði í einum skrivligum svari í farnu viku, at hann "skjótast til ber fer at hittast við ríkispolitiovastanum og leiðaranum í NSK at umrøða støðuna, og um løgreglan hevur brúk fyri fleiri amboðum.

 

Í gjár varð skotið á Falkoner Allé – ikki langt frá Frederiksbergsentrinum – og í dag er ein 17 ára gamal svii skuldsettur fyri drápsroynd