Tað eru tríggjar broytingar á U21-landsliðnum, sum 21. mars skal spæla móti Portugal á útivølli. Hetta er á pappírinum torførasta uppgávan hjá U21-landsliðnum.
Jóannes Davidsen, Jákup Vilhelmsen og Ejvind R. Mouritsen eru nýggir á landsliðnum. Teir taka plássini hjá Rasmusi Nilson, Áka Johannesen og Jørgeni Nielsen. Áki Johannesen hevur verið skaddur í vetur, meðan Jørgen Nielsen hevur leikbann.
Samuel Johansen Chukwudi hjá HB er blivin klárur, men U21-landsliðsvenjararnir og venjaratoymið hjá HB eru komin ásamt um, at tað er ov tíðliga hjá honum at koma við. Miðverjin hevur sitið uttanfyri í næstan trý ár.
Hetta er hópurin:
Ari Petersen, KÍ Klaksvík
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, HB Tórshavn
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Vilhelmsen, KÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Aron J. Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Jónas Warner, B68
Ejvind Mouritsen, HB
Gutti Dahl-Olsen, B36
Olaf Bárðarson, Víkingur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Poul Kallsberg, Víkingur