KÍ og EB/Streymur hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum hetta kappingarárið.
KÍ vann báðar dystirnar móti EB/Streymi við Djúpumýru í Klaksvík, meðan dysturin við Margáir endaði við javnleiki 0-0.
Javnleikurin við Margáir var fyrsta stigið EB/Streymur fekk móti KÍ í bestu mansdeildini síðani 6. august 2017.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 5-1 til KÍ.
EB/Streymur-KÍ 0-0 - 20. mars
KÍ-EB/Streymur 2-1 (2-0) - 30. mai
1-0 Páll A. Klettskarð (5.)
2-0 Páll A. Klettskarð (36.)
2-1 Óli Ey. Poulsen, br. (60.)
KÍ-EB/Streymur 3-0 (1-0) - 31. august
1-0 Daniel Johansen (19.)
2-0 Páll A. Klettskarð (69.)
3-0 Árni Frederiksberg, br. (85.)
Kelda: FaroeSoccer











