Eitt ferðsluóhapp hendi á landsvegnum millum Fjarða í Eysturoy í gjár. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað var um 11 tíðina gjáramorgunin, at ein bilførari helst misti tamarhaldið á bilinum og fór út av vegnum. Bilurin endaði á takinum. Bilførarin fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men so vítt sum løgreglan veit, so fekk hann ikki stóran skaða, men bilurin fór illa.
Løgreglan gjørdi eisnin ferðkanningar í gjár. Har var ein bilførari tikin fyri at koyra 74 km um tíman í bygdum øki, sum gevur klipp í koyrikortið. Eisini ein lastbilur varð máldur at koyra so mikið skjótt, at førarin fekk klipp í koyrikortið. Hetta var í Eysturoy og í Havn.
Um hálvgum fimm tíðina í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir frá fólki um ein lastbil, sum koyrdi suðureftir, men sum mist skerv úr lastini á vegin.
Løgreglan fekk fatur á lastbillinum, og bilførarin varð skuldsettur fyri at hava lastað bilin skeivt, og skervurin varð sópaður upp aftur av vegnum, sigur vaktleiðarin.











