Fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, dregur nú teppið undar parlamentariska meirilutanum hjá spanska forsætisráðharranum, Pedro Sánchez sum mótmæli móti eini náðilóg, sum er steðgað upp í rættarskipanini.
Avtalan, sum tryggjaði Pedro Sánchez fýra ár afturat sum spanskur forsætisráðharri í 2023, hongur nú í klønum tráð.
Í gjárkvøldið tók fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont, stuðulin til stjórnina hjá Sánchez aftur, tí lyftið um náðiloyvi – amnesti til katalanskar politikarar framvegis ikki er uppfylt til fulnar.
- Ein avtala, sum ikki verður sett í verk, er ein brotin avtala, segði hann.
Puigdemont ger tó greitt, at stjórnin ikki verður feld - men verður lammað.
Puigdemont hevur livað í útlegd í Belgia, eftir at hann í 2017 skipaði fyri fólkaatkvøðuni um katalanska sjálvstýrið, sum grundlógardómstólurin í Spania metti vera ólógliga.
Í fjør samtykti spanska tjóðartingið náðilógina, sum Sánchez hevði lovað Puigdemont, men fulla gildiskoma hennara hevur síðani verið seinkað av dómstólunum.
Carles Puigdemont hevur ikki sett fótin á spanska jørð síðani 2019, burtursæð frá eini stuttari vitjan í fjør, tá hann helt røðu í Barcelona og flýddi aftur um spanska-franska markið við løgregluni á hølunum.
Tí var tað eisini í Perpignan, í franska partinum av Katalonia, at flokkur hansara, Junts per Catalunya, hevði kallað inn til tíðindafund mánadagin.
Her segði Puigdemont, at tey vilja ikki fella stjórnina, men heldur gera hana óarbeiðsføra atkvøða gjøgnum uppskot.
- Fokus í okkara politisku verkætlan er ikki spanskt støðufesti. Er tað til gagns fyri Katalonia, eru vit sinnað at tosa. Um ikki - farvæl, segði hann.
- Spanska stjórnin fer ikki at kunna líta á meirilutan, sum tryggjaði henni valdið. Tey kunnu varðveita stjórnarskrivstovurnar, men fara ikki at kunna nýta stjórnarvaldið, sigur Puigdemont.
Puigdemont segði, at stjórnin ikki fer at hava meiriluta fyri at fáa sín politikk ígjøgnum, men hann fer heldur ikki at peika á høgra veingin í sponskum politikki.
- Vit fara ikki at stuðla nakrari stjórn, sum ikki stuðlar Katalonia, hvørki hesari ella nakrari aðrari, segði hann.
María Jesús Montero, sum er varaforsætisráðharri og fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Sánchez, sigur við spanska almenna miðilin RTVE, at stjórnin framvegis hevur eina útrætta hond fyri Junts per Katalunya.
- Sum altíð eru upp- og niðurtúrar; tað eru betri tíðarskeið og onnur, tá tað ikki gongur so væl, men eg eri sannførd um, at vit saman kunnu vinna á hesi støðuni, sigur María Jesús Montero.











