Eins og í grannalondunum hevur læknatrot verið partur av veruleikanum í mong ár. Her á landi er støðan tann, at av teimum 32 læknunum, sum áttu at verið í føstum starvi kring landið, eru bert 22 læknar. Av hesum fara eini fýra frá fyri aldur um stutta tíð, og av hinum eru teir flestu í fimmtiárunum.
Fleiri av leysu størvunum verða rikin av útlendskum avloysarum, sum koma higar og røkja ein kommunulæknasess í vikur ella mánaðir.
Sambært fólkum, sum vit hava prátað við, eru vánalig útlit fyri, at støðan fer at batna við bræði.
Halda út
Eitt nú rópar Andor Ellefsen, formaður í Kommunulæknafelagnum, støðuna á kommunulæknaøkinum sera dapra.
- Um vit skulu liva upp til norðurlendskar normar, har ein lækni er til hvørjar 1500 íbúgvar, so resta 10 størv í. Harumframt eru flestu læknarnir, sum sita í føstum størvum um at røkka pensjónsaldri, sigur Andor Ellefsen, sum eisini hevur roknað seg fram til, at miðalaldurin hjá læknunum er 58 ár.
- So tað hevði ikki verið lukkuligt, um vit valdu at fara frá um trýss ára aldur, sum vit kenna tað frá øðrum starvsbólkum, sigur Andor Ellefsen. Hann heldur, at læknarnir hava lyndi til at halda út, hóast umstøðurnar als ikki eru nøktandi.
- Umframt høga aldurin, eru tað alt ov fáir læknar. Í Suðuri eru 2 størv leys. Í Suðurstreymi eru 8 læknar, og 3 vanta. Har er eitt starv klárt at seta, umframt at tørvur er á tveimum størvum umframt. Í Eysturoynni mangla tveir læknar, harav annað starvið hevur verið leyst í 2 ár, greiðir Andor Ellefsen frá. Og hann staðfestir víðari, at hóast Klaksvík hevur fingið til vega allar bestu umstøðurnar, við nýggjum viðtaluhølum, so er bert ein lækni í føstum starvi har norðuri.
- Har eru 2 ósett størv, sum eru klár at seta, umframt at tørvur er á enn einum lækna, sigur Andor Ellefsen.
Støðast longur
Hann vísir á, at tað ein ovurhonds stórur tørvur á læknum í øllum norðurlondum, so vit eru onki undantak.
- Normurin í norðurlondum er ein lækni fyri hvørjar 1500 íbúgvar. Í løtuni eru 22 í føstum starvi, meðan tað áttu at verið 32. Sostatt eru omanfyri 2100 íbúgvar uppá læknan her á landi, sigur Andor Ellefsen.
Hann greiðir frá, at avloysararnir hava ikki støðast her á landi, men at umstøðurnar seinastu árini eru batnaðar nakað, so teir sum koma hendan vegin, steðga eitt sindur longur.
- Hetta við at hava avloysarar inni er bara ein neyðloysn, sum koyrir nøkulunda, sigur hann.
Betri umstøður
Tá vit spyrja Andor Ellefsen, hvussu hann metir útlitini vera fyri økið, sigur hann seg vóna og vænta, at nýggja vaktarskipanin, sum kemur í gildi um ein mánað, fer at bøta nakað um arbeiðsumhvørvið.
- Eg vóni, at nýggja vaktarskipanin kemur at gera tað hugaligari at vera lækni, í øllum førum her í miðstaðarøkinum. Hon fer kanska at gera, at nýggju læknarnir støðast betur, sigur hann.
Ætlanin við nýggju skipanini er, at í staðin fyri at koyra runt, so verður móttøka á Landssjúkrahúsinum. Harumframt koyra ein til tveir læknan runt í øllum miðstaðarøkinum. So fara teir, sum koyra, ikki at vera bundnir av telefonini, og tann sum er heima á sjúkrahúsinum tekur ímóti telefonboðum og sjúklingum, sum møta upp har.
Søkja javnan
Úti á Almanna og heilsumálaráðnum eru tey varug við trupulleikan, men fáa lítið gjørt. Maria á Dul, starvsfólkastjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum sigur, at tey gera alt sum tey eru ment at fáa kommunulæknar at søkja fast starv her í Føroyum.
- Vit lýsa javnan eftir fólki til størvini, men tað letur til, at vera nógv lættari at fáa avloysarar, sigur Maria á Dul. Hon greiðir frá, at seinastu árini hevur tað verið ein tendensur til, at teir somu avloysararnir koma aftur ár um ár.
- Hetta kemst helst av, at umstøðurnar eftirhondini eru somikið góðar, at fólk hava hug at koma aftur, sigur Maria á Dul. Spurd, hvat hon sipar til, tá hon sigur góðar, vísir hon á, at eitt nú hava kommunurnar gjørt nógv burtur úr at gera fysisku karmarnar góðar við nýggjum læknamiðstøðum og viðtaluhølum, væl skikkaðum hjálparfólkum og betri vaktarskipanum.
- Men hesir avloysararnir hava ikki hug til at fáa fast starv, tí teir hava valt eina lívsleið, har teir ferðast runt og avloysa, sigur Maria á Dul, og hon leggur afturat:
- Vit hava møguleika at seta 32 læknar í starv, um umsøkjarar vóru til øll størvini.
Útlendskar læknar
Mariu á Dul heldur, at útlitini fyri framtíðina eru nakað bjartari. Hetta kemst eitt nú av, at áhugin fyri at sleppa inn at lesa almenn medisin er hækkaður.
Spurd, um tey hava umhugsað at bjóða útlendskum læknum her til lands, sigur Maria á Dul, at tað hava verið fremmandir læknar her. Men hon dugur ikki at ímynda sær, at tað verður ein loysn, tey fara at brúka nógv.
- Fyri læknar, sum ikki tosa eitt norðurlendskt mál, og sum hava lokið prógv á útlendskum lærustovnum, er tað eitt krav, at teir fara ígjøgnum eina rættiliga krevjandi og kostnaðarmikla endurútbúgving, at læra seg umstøðurnar her at kenna. Vit hava ikki fíggjarligan førleika til at skipa fyri tílíkum eftirútbúgvingum, so tað fer neyvan at lata seg gera í nærmastu framtíð, endar Maria á Dul.