Troystarleyst tap í tólvta tíma

Tvær ferðir kiksaði tað í verjupartinum, og báðu ferðirnar vístu íslendingarnir seg sum eirindarleysar og ísakaldar yrkisspælarar, sum eru á veg nýggjum hæddum

FØROYAR?ÍSLAND

Enn eina ferð fóru føroyskir fótbóltsfjepparar mikukvøldið nakkalangir til hús. Tað tóktist sum um, at tað skuldi eydnast at røkka javnleiki, men enn eina ferð kiksaði tað. Íslendingarnir, sum fyri 30?40 árum síðani grulvaðu í altjóða fótbólti, vístu seg sum eitt lið, ið er á veg ímóti avbjóðingum, sum íslendskur fótbóltur higartil bara hevur verið vitni til, at teirra hondbóltslandslið hevur megnað.
Ísland er oddalið í bólki fimm, og teir hava møguleika fyri at vinna bólkin og harvið beinleiðis at kvalifisera seg til endaspælið í Portugal næsta summar. Um tað fer at miseydnast, so styrkir sigurin mikukvøldið, sum teir vóru so sera fegnir um, um fyritreytirnar í hvussu so er at røkka næstfremsta plássinum og harvið tveimum uppgerðum, har tað fer at røkka ella støkka í royndini fyri fysrstu ferð at sleppa upp í part ímillum teir stóru í einum endaspæli.
Íslendingar útinntu professionalt handverk í Gundadali. Teir spældu seg tíðliga í 2. hálvleiki til ein møguleika, men ta ferðina blokeraði Jákup Mikkelsen. Tvær ferðir drálaði og skinklaði føroyska verjan. Í báðum førunum vóru íslendingarnir púra kaldir, takkaðu fyri og skoraðu málini, sum bóru við sær, at spælið kundi ganga fyri seg eftir teirra treytum, og so vunnu teir 2?1.
Eftir seks minuttir vóru lunnar fyrstu ferð lagdir undir, at tað skuldi ganga fyri seg eftir teirra treytum. Eftir langa framlegging, slapp støðugt vandamikli Eiður Smári Guðjohnsen leysur av tveimum verjuspælarum, sum tøvdu eitt vet, og flata skoti eitt sindur úr vinstru sat akkurát, sum tað skuldi, eitt vet innanfyri handara stólpan.
Tað minti nógv um fyri fýra árum síðani, tá ið íslendingar fyrstu ferð vóru á Tórsvølli. Tá skoraðu teir sigursmálið í 3. minutti. So hildu teir tørn, drálaðu og bíðaðu og lúrdu. Soleiðis tók fyrra umfarið hesa ferð seg eisini upp. Íslendingarnir sendu bóltin ímillum sín. Teir fingu góðan frið at gera tað, tí føroysku liðið steðgaði teimum ikki fyrrenn um miðstrikuna.
Tað hevði við sær, at íslendingar fingu góðan frið. Og tá ið tað so eydnaðist føroyska liðnum at fáa fatur á bóltinum og at bjóða av í álopspartinum, so var ov lítil tyngd og broddur í. Tá ið heimamenninir vóru komnir fram á hálva mótstøðuhelvtina svunnu møguleikarnir fyri avspæli burtur í næstan einki, og harvið vóru føroysku møguleikarnir fáir og smáir. Bara eina ferð í fyrra umfarinum var um reppið, at Føroyar skuldu fáa mál. John Petersen, sum var í framrættaða miðvallar leiklutinum, sum vit høvdu roknað við, sendi krossbólt úr høgru og til handara stólpan, har Andrew av Fløtum, ikki var í heilt góðari javnvág at stúta, og so fór royndin við síðuna av málinum.

Meiri framrættað
Eftir steðgin var føroyska legan ikki nøgd við at flyta bóltin aftur og fram, uttan at trýst varð lagt á. Liðið varð einar 10?15 metrar longri frammi, og harvið komu Rúnar Kristinsson, Brynjar Gunnarsson og hinir miðvallararnir undir trýstið, sum bar minni neyvleika í sendingunum við sær. Føroyska liðið fór at vinna nærdystirnar longri frammi á vøllinum, tyngdin gjørdist størri í álopspartinum, og ógvuliga høgi Hermann Hreiðarsson og hinir í íslendsku verjuni kendu seg so mikið kroystar, at tað veruliga varð spennandi at vera føroyskt eygnavitni.
Frá tí at Christian Høgni Jacobsen, sum var tann av fremstu monnunum, ið fekk mest burturúr, hevði tiltuskað sær fríspark dygst uttanvert brotsteigin, høvdu heimamenninir hug at kringseta íslendska vitateigin, og tað kendist bara sum ein spurningur um tíð, áðrenn úrtøkan fór at koma.
Súni Olsen sendi frísparkið í mótstøðumann, men føroyingarnir, bornir fram av trúføstu viðhaldsfólkunum, ið løgdu vertin í malsjónsku líkindini, royndu og royndu at spæla og trýsta. Yngsti maðurin á vøllinum, Jann Ingi Petersen, var serliga í 2. hálvleiki miðdepulin og snaringarpunktið í samanspælinum, og tað spurdust hálvir og fram ímóti heilum møguleikum burturúr.
Útskiftingarnar vóru hepnar, og so var tað, at tað eydnaðist at fáa málið, sum spískaði spenningin eina fitta løtu. Pól Thorsteinsson legði innfyri úr høgru og afturum handara stólpan, hagani Christian Høgni Jacobsen fekk sent innfyri málið aftur. Rógvi Jacobsen, sum í ár er vorðin stuðulsspælari, skoraði við høvdinum í Reykjavík, og aftur hesa ferð var hann á rætta plássinum røttu løtuna og beindi við høvdinum innlegginum frá Christan Høgna í meskarnar.
Lagið fór í topp, og hóast íslendingar í næsta álopinum vóru um reppið at fáa mál, tí heimamenninir ikki sinniliga høvdu fingið hendurnar niður um høvdið aftur, so kendist tað í fimm minuttir soleiðis, at um eitt mál fór at koma afturat, so kundu tað eins væl vera føroyingarnir, ið fóru at fáa tað.

Gamla søgan
Men so gjørdi gamla og kenda søgan seg galdandi. Sum í heimadystinum ímóti Týsklandi og sum í Reykjavík og so mangar aðrar ferðirnar seinnu árini, so koppaði tað skeiva vegin í evstu løtu. Jákup Mikkelsen fór skeivur av hornasparksinnleggi, bólturin varð beindur í málið, og harvið varð tað.
Regnið og myrkrið kendust tyngri og djúpari, og áskoðararnir fóru vónbrotnir at húsum. Leikliga avrikið hevði verið á góðari leið í 2. hálvleiki. Jón Rói Jacobsen hevði verið framúr í miðverjuni, og kanska hevði tað havt verið størsta álopshóttanin, um hann hevði verið settur fram í álopið. Jann Ingi Petersen hevði á miðvøllinum víst, at hann hóast framvegis unglingaaldur avgjørt er alternativ til sentralan leiklut, hóast allir eru tøkir. Men hesa ferð vóru avrikini hjá yngstu monnunum og hjá hinum, sum komu væl við í 2. hálvleiki, ikki nóg mikið at fáa stig við. Íslendingarnir vóru kaldir og professionellir, tá ið mest um galt. Teir vunnu og eru á odda, meðan Føroyar ? hóast leikliga framgongd ? framvegis eru í leiklutinum, sum íslendingar vóru í fyri 35?40 árum síðani. Tað kendist troystarleyst at fáa sigursmál ímóti sær, tá ið møguleikin tóktist vera til staðar fyri at prógva, at soleiðis er tað ikki longur. Men tað er veruleikin. Tann troystarleysi!