Fólk skulu vita, hvar tey hava Sambandsflokkin, og onnur skulu ikki gera av, hvussu sambandspolitikkur skal rekast
Valdagurin nærkast, og tað er umráðandi, at veljarar vita, hvat ið teir fáa, um atkvøðan fer til Sambandsflokkin.
Mín politiska missión í Løgtinginum er at økja inntøkurnar, og tað ber væl til. Við øktum inntøkum skulu vælferðartænastur til føroyingar styrkjast. Og so skal samstarvið í Ríkisfelagsskapinum støðugt útviklast.
Sum eg síggi tað, má okkara flokkur savna seg um síni grundleggjandi virði, tá setast skal út í kortið fyri komandi valskeið.
Grundsúlurnar eru tann sosial-liberala stevnan, Ríkisfelgsskapur og hitt kristna mentanargrundarlagið.
Onnur skulu ikki gera av, hvussu sambandspolitikkur skal rekast, og um flokkurin er trúgvur ímóti sær sjálvum og sínum veljarum, gongst honum væl.
Fólk skulu vita, hvar ið tey hava Sambandsflokkin, og tað fari eg at stríðast fyri.
Edmund Joensen, valevni fyri Sambandsflokkin