Trump: - Eg kann steðga við bumbingini í tvær vikur

– Men, treytin er, at Iran góðtekur at loyva skipaferðslu gjøgnum Hormussundið - beinanvegin og trygt, sigur amerikanski forsetin

 

Seint í kvøld sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann gongur við til at steðga bumbingini av Iran í tvær vikur, um Iran letur Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu í stundini.

 

Boðini, sum forsetin hevur lagt út á Truth Social, koma eftir, at forsætisráðharrin í Pakistan, Shehbaz Sharif, hevur heitt á Trump um at útseta Iran-freistina í tvær vikur.

 

- Treytað av, at Iran gongur við til at lata Hormussundið uppaftur - beinanvegin og trygt, góðtaki eg at útseta bumbingina og álop á Iran í einum tíðarskeiði á tvær vikur.

 

Forsetin leggur aftrat, at hetta verður ein vápnahvíld, sum verður galdandi fyri báðar partar í krígnum.

 

Donald Trump leggur aftrat, at USA og Iran eru vorðin samd um flestu punktini, sum stríð hevur verið um.

 

- Eftir boðini, sum amerikanski forsetin hevur lagt út á Truth Social í kvøld, er prísurin á norðsjóvarolju fallin, veit norska kringvarpið - NRK - at siga seint í kvøld.