USA hevur brúk fyri at fáa Grønland av tjóðartrygdarávum.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi mánadagin frá bústaði sínum í Mar-a-Lago í amerikanska statinum Florida.
Boðini frá forsetanum koma eftir at hann mánanáttina okkara tíð setti Jeff Landry, guvernør í statinum Louisiana, sum amerikanska sendimann í Grønlandi.
Á tíðindafundinum mánadagin spyr ein journalistur, hvør leikluturin hjá Landry verður sum serligur sendiharri í Grønlandi, og um Trump framvegis vil hava Grønland at koma á amerikanskar hendur.
– Hann er ein frálíkur maður, hann er semingsmaður. Hann er ein semingsmaður. Og vit hava brúk fyri tí (Grønlandi, red.) av tjóðartrygdarávum, sigur Trump og leggur afturat:
– Tað hevur eitt sera lítið fólkatal. Og eg veit ikki, tey nevna Danmark, men Danmark hevur ongar pengar brúkt, tað hevur onga hernaðarliga verju.
– Tey siga, at Danmark var har fyri 300 árum síðani ella okkurt við báti. Vit vóru har við bátum eisini, eri eg vísur í. So vit mugu finna eina loysn á tí heila, sigur hann.
Donald Trump hevur áður fleiri ferðir luftað hugskotið um, at USA skal yvirtaka Grønland av trygdarávum.
Hann hevur heldur ikki áður útilokað at brúka hermegi til at taka ræði á landinum.
Mánadagin fanst danska stjórnin hvassliga at avgerðini hjá amerikanska forsetanum at seta ein serligan sendimann til Grønlands.
– Eg eri sera harmur um setanina og útsøgnina, sum eg haldi vera púra óhóskandi.
– Fullveldið hjá kongsríkinum er upp til kongsríkið, segði Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri Danmarkar, við TV 2 News.
Hann skuldi kalla amerikanska sendiharran, Ken Howery, til fund í uttanríkisráðnum fyri at "geva eina greiða frágreiðing".
Frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Jens-Frederik Nielsen, sum er formaður í grønlendska landsstýrinum, var boðskapurin mánadagin eisini hvassur.
– Vit hava sagt tað sera greitt áður. Nú siga vit tað aftur. Landamørk og fullveldið hjá londum eru rótfest í altjóðarætti.
– Grønland eiga grønlendingar, og USA eigur ikki at yvirtaka Grønland. Vit vænta virðing fyri okkara felags økisrætti.
Hvørki Trump ella Hvítu Húsini hava útgreinað, hví Landry er settur sum serligur sendiharri í Grønlandi. Uppgávurnar hjá Landry sum serligur sendiharri eru heldur ikki nágreinaðar.
Undanmenninir hjá Trump settu vanliga serligar sendimenn at avgreiða truplar samráðingar og kreppustøður.
/Ritzau/










