Donald Trump undir stjórnarfundi í Hvítu Húsunum í dag, har hann segði, at USA framvegis ikki er nøgt við eina møguliga avtalu við Iran. (Mynd: Evan Vucci/Reuters)

Trump er framvegis ikki nøgdur við Iran-avtalu

Amerikanski forsetin Donald Trump sigur, at USA framvegis ikki er nøgt við eina møguliga avtalu við Iran.

Donald Trump undir stjórnarfundi í Hvítu Húsunum í dag, har hann segði, at USA framvegis ikki er nøgt við eina møguliga avtalu við Iran. (Mynd: Evan Vucci/Reuters)

Tað segði hann á einum stjórnarfundi í Hvítu Húsunum mikukvøldið sambært Reuters.

– Iran vil sera gjarna hava eina avtalu. Higartil eru tey ikki komin á mál. Vit eru ikki nøgd við hetta enn, men tað verða vit. Annars noyðast vit at gera arbeiðið liðugt, segði Trump.

Fyrr á degnum boðaði iranskt statsjónvarp frá, at Iran hevði fingið eitt óalmannakunngjørt uppskot til eitt felags skjal um eina møguliga semju millum USA og Iran.

Sambært iranska miðlinum skuldi Iran – undir ávísum treytum – tryggja, at skipaferðslan gjøgnum Hormuz-sundið innan ein mánað kom aftur á sama støði sum fyri kríggið.

Í býti skuldi USA taka burtur blokaduna móti iranskum havnum og draga herdeildir sínar burtur úr økinum kring Iran.

Men Hvítu Húsini vísa hesum aftur og kalla frásagnirnar úr Iran fyri “fullkomna uppspuna”, sambært AFP.

Á stjórnarfundinum segði Trump eisini, at Hormuz-sundið skal lata upp beinanvegin, um ein avtala verður gjørd.

– Eingin tjóð fer at hava ræði á Hormuz-sundinum í einum slíkum føri, segði forsetin.

Seinasta vikuskiftið segði Trump, at ein avtala við Iran var nær, men nú sigur hann, at hann hevur ikki skund at fáa eina semju upp á pláss.

Kortini sigur amerikanski uttanríkisráðharrin Marco Rubio, at framstig eru gjørd í samráðingunum.

Sama dag segði ein høgur embætismaður í iransku kollveltingarhirðini, Mohammad Akbarzadehen, at vandin fyri nýggjum kríggi er lítil orsakað av tí, hann nevndi veikleikan hjá mótstøðuni.

 

 

 

 

 

Donald Trump undir stjórnarfundi í Hvítu Húsunum í dag, har hann segði, at USA framvegis ikki er nøgt við eina møguliga avtalu við Iran. (Mynd: Evan Vucci/Reuters)