Trump: Heldur ikki at iranski leiðarin er deyður

Maðurin hevur ikki víst seg alment, síðan hann tók við eftir pápa sín, Ali Khamenei

Mojtaba Khamenei er maðurin í miðjuni

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur ikki, at ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, er deyður.

 

Maðurin hevur ikki víst seg alment, síðan hann tók við eftir pápa sín, Ali Khamenei, sum varð dripin í februar.

 

- Eg vænti ikki, at hann er deyður, men hann varð álvarsliga særdur í álopinum, tá Ali Khamenei læt lív.

 

Donald Trump sigur, at vinstra síða, armurin, beinið og tað heila - men, eg trúgvi ikki, at hann er deyður.

 

Hetta sigur amerikanski forsetin í einari samrøðu við konservativa radiovertin, Glenn Beck.

 

Mojtaba Khamenei er maðurin í miðjuni