Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú við at seta 100 prosent toll á vørur úr Kanada, um kanadiarar skriva undir handilsavtalu við Kina.
Hetta skrivar hann á sínum egna sosiala miðli Truth Social.
Uppslagið hjá honum kemur í kjalarvørrinum av vitjan hjá kanadiska forsætisráðharranum, Mark Carney, í Kina.
Her skrivaði hann undir ein fyribils handilssáttmála við Kina, sum skal hava við sær lægri toll í báðum londunum.
Men tað hevði verið eitt øgiliga ringt hugskot at farið víðari við tí avtaluni, sigur Donald Trump.
– Kina fer at eta Kanada livandi, fullkomiliga gloypa tað, eisini at oyðileggja teirra virksemi, sosiala samleika og samlaða lívshátt.
– Um Kanada ger eina avtalu við Kina, verður tað beinanvegin rakt av einum 100 prosent tolli á øllum kanadiskum vørum og vørum, sum koma inn í USA, skrivar Trump.
Hann leggur afturat, at Mark Carney ikki skal halda, at hann kann gera Kanada til "eina havn", sum Kina kann brúka til at føra vørur inn í USA.
Í uppslagnum kallar Trump kanadiska forsætisráðharran "Carney guvernørin". Eitt heiti, sum hann áður hevur brúkt til at gera gjøldur burtur úr Justin Trudeau, sum var forsætisráðharri í Kanada millum 2015 og 2025.
Heitið hevur samband við útsøgnirnar hjá Donald Trump um, at Kanada kann gerast 51. staturin í USA og harvið hava ein guvernør í staðin fyri ein forsætisráðharra.
/Ritzau/











