Í døgunum 27. og 28. januar hevur Útnorðurráðið sína árligu evnisráðstevnu, hesaferð í Tórshavn. Evnið á ráðstevnuni er “Bjartari vón fyri vælferð hjá ungum í útnorðri” við serligum denti á ung við sálarligum avbjóðingum.
Á ráðstevnuni fara ungfólk og vísindafólk úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum at hava framløgur og kjak um avbjóðingar, ið ung í útnorðri stríðast við, undir hesum sálarlig heilsa, sjálvmorð millum ung og rúsevnamisnýtsla.
At umrøða evnið koma - umframt sendinevndir Útnorðurráðsins í Altinginum, Inatsisartut og Løgtinginum – tingfólk, vísindafólk og gestir úr øllum londunum í útnorðri umframt Danmark, Noregi og Finnlandi.











