Trump: Kuba kann gerast næst eftir Iran

- USA er í samband við Iran, men eg ivist í, um Iran er til reiðar til samráðingar, sigur amerikanski forsetin

Donald Trump sigur, at USA skjótt kann fáa eina avtalu í lag við Kuba - ella tað verður ein annar háttur, sum USA fer at brúka móti landinum.

 

- Vit tosa við Kuba, men vit fara at gera okkum liðug við Iran fyrst, sigur amerikanski forsetin sambært tíðindastovuni, NTB.

Hann vísir á, at USA er í samband við Iran, men hann ivast í, um Teheran enn er til reiðar til veruligar samráðingar.

 

Donald Trump fór ikki í smálutir um stríðið í Miðeystri, sum hevur ført til umfatandi globalar ringvirkningar við eitt nú dýrari olju og gassi.