Trump-stjórnin fyrireikar eina skipan, har fýra milliónir amerikanskir dollarar – umleið 26 milliónir danskar krónur – skulu latast miðlum og journalistiskum verkætlanum við konservativum og høgravendum sjónarmiðum í Evropa.
Tað upplýsa fýra keldur við kunnleika til málið fyri Reuters.
Stuðulin er partur av einum størri pakka upp á í minsta lagi 25 milliónir dollarar til konservativar felagsskapir og verkætlanir í Evropa. Sambært Reuters verður skipanin umsitin av deildini fyri fólkaræði, mannarættindi og arbeiðsviðurskifti í amerikanska uttanríkisráðnum.
Skal styrkja "frælsa talu"
Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at endamálið er at styrkja transatlantisku bondini og verja talu- og pressufrælsið.
Sambært ætlanini skulu tríggjar milliónir dollarar brúkast til verkætlanir, sum kanna og lýsa tað, sum stjórnin metir vera demokratiska afturgongd í Evropa, eitt nú í sambandi við innflyting, miðlafrælsi og yvirtjóðarliga lóggávu.
Hin ein milliónin er ætlað at stovna eitt netverk av sjálvstøðugum journalistum, sum arbeiða við evnum sum tjóðarræði, trúarfrælsi, náttúrlig rættindi og tjóðarsinnað virði.
Vekir atfinningar í Evropa
Ætlanin hevur longu elvt til mótmæli í fleiri evropeiskum høvuðsstaðum.
Millum annað hevur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, ávarað um, at beinleiðis amerikanskur fíggjarligur stuðul til politiskt orienteraðar miðlar kann verða fataður sum uppílegging í demokratiskar tilgongdir í Evropa.
Reuters skrivar, at fleiri evropeisk stjórnarumboð hava givið somu atfinningar, serliga nú fleiri val standa fyri framman í Evropa komandi árini.
Ikki greitt hvør fær stuðulin
Enn er ikki greitt, hvørjir miðlar, journalistar ella felagsskapir kunnu søkja um stuðulin.
Reuters hevur heldur ikki fingið váttað, hvørji lond verða fevnd av skipanini, ella nær umsóknarumfarið byrjar.
Málið verður sambært Reuters væntandi endaliga avgreitt seinni í september.
Broyttur amerikanskur uttanríkispolitikkur
Reuters metir, at ætlanin er ein partur av einari breiðari broyting í amerikanskum uttanríkispolitikki undir Trump-stjórnini.
Har amerikanskar stjórnir áður hava stuðlað breitt undir demokrativerkætlanir og óheftar stovnar, verður denturin nú í størri mun lagdur á konservativ virði og felagsskapir, sum arbeiða við talu- og trúarfrælsi, innflyting og tjóðarræði.
Hetta ger ætlanina til eitt mál, sum kann fáa bæði miðlapolitiskan og uttanríkispolitiskan týdning í Evropa komandi mánaðir.










