Amerikanskir miðlar hava seinastu vikuna skrivað, at flogberin USS "Abraham Lincoln" er á veg móti Miðeystri. Donald Trump segði hósdagin, at ein stórur amerikanskur floti er sendur til Iran. (Savnsmynd). - Mynd: Will Tyndall/Ritzau Scanpix

Trump: Stórur amerikanskur floti er á veg móti Iran

USA heldur fram at hava vakið eyga við Iran, sigur amerikanski forsetin. Ein stórur flogber er á veg til Miðeystur.

Amerikanskir miðlar hava seinastu vikuna skrivað, at flogberin USS "Abraham Lincoln" er á veg móti Miðeystri. Donald Trump segði hósdagin, at ein stórur amerikanskur floti er sendur til Iran. (Savnsmynd). - Mynd: Will Tyndall/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði hósdagin, at USA hevur sent ein massivan flota móti Iran.

– Vit halda eyga við Iran. Sum kunnugt hava vit nógv skip, sum sigla tann vegin, bara fyri at vera á tryggu síðuni. Vit hava eina stóra hermegi á veg móti Iran.

– Eg vil heldur ikki síggja nakað henda, men vit halda sera væl eyga við teimum, segði Trump við tíðindafólk umborð á Air Force One, tá hann fleyg heim av World Economic Forum í Davos í Sveis.

Í síðstu viku bakkaði Trump aftur í hóttanum sínum um at leypa á Iran orsakað av, at Iran hevur bart niður landsumfatandi mótmæli móti prestastýrinum í Iran.

Hetta hendi eftir at Iran, sambært Hvítu Húsunum, hevði steðgað ætlaðum avrættingum av mótmælisfólkum, sum høvdu verið varðhaldsfongslað.

Amerikanskir miðlar skrivaðu í síðstu viku, at amerikanski flogberin USS Abraham Lincoln varð sent frá venjingum í Suðurkinahavinum til Miðeystur.

Kjarnorkurikni flogberin hevur vanliga fleiri túsund hermenn og fleiri tíggjutals jagaraflogfør og fylgir við einum hópi av skipum. Higartil hevur USA ikki alment váttað, at flogberin er á veg til Miðeystur.

Iransku myndugleikarnir kunngjørdu mikudagin fyrsta almenna talið av deyðum mótmælisfólki, sum hava herjað landið síðani seinast í desember.

Sambært Iran eru 3.117 fólk dripin. Mannarættindafelagsskapir siga, at veruliga deyðstalið kann vera nógv hægri.

Seinastu dagarnar tykjast mótmælisgongurnar at hava minkað.

Trump hevur fleiri ferðir latið upp fyri nýggjum hernaðarligum tiltøkum móti Iran, eftir at USA stuðlaði og luttók í 12 daga krígnum hjá Ísrael í juni. Eitt kríggj, sum hevði til endamáls at vikna rakett- og kjarnorkuætlanirnar hjá Iran.

Donald Trump hevur ávarað um, at USA fer at blanda seg uppí, um mótmælisfólk verða dripin. Men hóast høga fráboðaða deyðstalið, hevur USA higartil ikki tikið hóttanirnar í álvara.

Ritzau/AFP