Súna skoraði og legði upp til 14 mál

Skandborg tapti á heimavølli

Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Í Fælled-høllini í Skanderborg tapti heimaliðið 28-32 fyri Keypmannahavn. Í steðginum var útiliðið á odda 16-14.

 

Súna skoraði seks mál, legði upp til heili átta mál, og hon vann eisini liðnum eitt brotskast. Saman við Nicoline Lauritsen var Súna toppskjútti hjá Skanderborg.

 

Skanderborg er næstaftast í deildini við bert fimm stigum fyri 16 dystir.