Carlos Osorio/Reuters/Ritzau Scanpix
Uttanlands
Fyrstu valstøðini eru stongd í USA. Tað er í eystara parti av statinum Kentucky og í meginpartinum av Indiana klokkan 23 okkara tíð.
Komandi tímarnar fara nógv valstøð í ymsum statum at lata aftur hvønn tíma.
Á midnátt okkara tíð verður tað millum annað í sveiggjstatinum Georgia.