Trump: USA tekur uppaftur sjóblokadu móti Iran

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðar nú frá, at USA fer at taka uppaftur sjóblokaduna móti Iran.

Donald Trump boðar frá, at USA fer at taka uppaftur sjóblokaduna móti Iran og samstundis krevja gjald fyri skipaferð gjøgnum Hormuzsundið. Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

Tað skrivar hann á sosiala miðlinum Truth Social.

 

Sjóblokadan varð sett í verk 13. apríl, men í juni samdust USA og Iran um eitt semingsskjal, sum millum annað skuldi tryggja frælsa skipaferð gjøgnum Hormuzsundið og fáa USA at taka blokaduna burtur.

 

Nú sigur Trump kortini, at blokadan verður tikin uppaftur.

 

– Vit taka uppaftur iransku blokaduna, sum bert forðar iranskum skipum og teimum, sum handla við Iran, í at sigla inn og út, skrivar hann.

 

Sambært Trump verður arbeiðið at seta blokaduna í verk byrjað beinanvegin. Hann sigur samstundis, at skip úr øðrum londum framvegis fara at sleppa gjøgnum Hormuzsundið.

 

Fyrr mánadagin segði Trump í samrøðu við Fox News, at USA helst fer at taka stjórnina yvir Hormuzsundið.

 

– Vit fara at varðveita sundið og verða verjarar tess. USA eigur eisini at fáa gjald fyri tað, segði hann.

 

Seinni skrivaði hann á Truth Social, at USA eigur at krevja eina avgjald á 20 prosent á allan farm, sum fer gjøgnum Hormuzsundið.

 

Iranska herleiðslan hevur kortini víst hesum aftur og sigur, at Iran fer ikki at góðtaka amerikanska stýring av sundinum.

 

Hormuzsundið liggur millum Iran og Oman og er ein av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum. Umleið ein fimtingur av heimsins útflutningi av olju og gassi fer vanliga gjøgnum sundið.

 

Donald Trump boðar frá, at USA fer at taka uppaftur sjóblokaduna móti Iran og samstundis krevja gjald fyri skipaferð gjøgnum Hormuzsundið. Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix