- Vápnahvíldin millum Iran og USA verður helst ikki longd, um Iran ikki ger semju við USA um eina avtalu.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.
- Eg fari ikki at lata meg trýsta til at gera eina vánaliga avtalu. Vit hava alla heimsins tíð, sigur Donald Trump í samrøðu við Bloomberg.
Forsetin sigur seg ikki rokna við, at vápnahvíldin verður longd, áðrenn hon gongur út mikudagin 22. apríl, sum er mikudagin komandi.
Tað er í løtuni óvist, um Iran er sinnað at luttaka í samráðingum, nú stongsulin hjá USA av iranskum havnum framvegis er galdandi.











