Vil hava løgmann at svara um moskur í Føroyum

Jenis av Rana spyr enn einaferð um muslimar og um at forða muslimum at byggja moskur í Føroyum

Tað ger Jenis av Rana, løgtingsmaður, við einum grein 52a fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, løgmann, um lóggávu um trúarsamfeløg.

 

Hann spyr soleiðis:

 

  1. Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?

 

Í viðmerking til spurningin vísir Jenis av Rana til svarið til § 52a fyrispurning, sum hann setti Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu hin 16. januar 2026, nevndur “Fremmand trúarsúmbol í Føroyum”.

 

Har svarar landsstýriskvinna millum annað, at:

 

“Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.”

 

– Við hesum er tað ikki greitt, hvørt landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at seta slíka lóggávu í verk ella ikki, sigur Jenis av Rana.

 

– Hesin fyrispurningurin verður tí settur fyri at fáa greiðu á, um talan bert er um hugsanir hjá landsstýriskvinnuni, ella um landsstýrið fer at koma í Løgtingið við uppskoti um lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er, nær hetta kann hugsast at fara at verða gjørt, sigur hann.

 

Í svari sínum greinaði landsstýriskvinnan annars støðuna soleiðis:

 

  • at avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild
  • at tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum
  • at inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið
  • at serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði
  • at í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum
  • at hesi koma undir undantaksregluna til vard politisk og borgarlig mannarættindi

 

– Nevnast skal, at av serliga tungtvigandi grundum til ikki at loyva moskubygging í Føroyum verða annars, sigur Jenis av Rana, millum manna javnan nevndar:

 

  • royndir úr m.ø. grannalondum
  • atlit til almenna friðin og samhaldsfestið í einum lítlum samfelagi
  • forðing av paralellsamfeløgum
  • vernd av føroyskari mentan, virðum og fólkaræði