Smyril avlýsir túrar í kvøld og í morgin

Vegna veður avlýsir Smyril túrar í kvøld og í morgin. Sostatt verður ikki siglt meira um fjørðin í kvøld.

Fyrr í dag boðaði Strandferðslan frá, at vegna veður, so kundi roknast við broytingum og avlýsingum á leiðini um Suðuroyarfjørð í morgin, hósdagin.

 

Sagt varð, at nærri kunning kom seinni í dag, og nú hevur ssl.fo dagført heimasíðuna, og greitt er, at siglt verðiur bert einaferð norður og einaferð suður um Suðuroyarfjørð í morgin. Sostatt detta allir túrarnir mitt á degnum burtur.

 

Ssl.do skrivar soleiðis í dagføring síni:

 

Seinast dagført: 21. januar kl. 16:25

 

Vegna vána veðurfrásøgn verða bert hesir túrar gjørdir á leið 7 hósdagin 22. januar: Av Krambatanga kl. 06.00 Av Havnini kl. 17.30 Bygdaleiðir í suðri koyra í samband við broytingarnar.

 

Og fyri løtu síðani boðaði ssl.fo frá, at eisini túrarnir í kvøld eru avlýstir:

 

  • Seinast dagført: 21. januar kl. 17:42

    Fyri veður eru túrarnar á leið 7 í kvøld kl 18:45 av Krambatanga og kl. 21.15 av Havnini avlýstir.

 

Sostatt er ikki samband við Suðuroynna um Suðuroyarfjørð meira í dag.