Trupult at selja til Føroya

Tað er dýrt at keypa á netinum, um tú býrt í Føroyum. Hetta merkir Elsa Bech eisini. Hon hevur fyritøku í Svøríki, men hevur nógvar kundar í Føroyum

Føroyski sniðgevin, Elsa Bech er í holt við at byggja eina fyritøku upp í Søvríki, har hon býr. Nógv teir flestu av hennara kundum búgva í Føroyum, men tað er trupult at selja til Føroyar umvegis netið, sigur hon

Tollmarkið er 300 krónur við porto, tá tú situr í Føroyum keypir á netinum. Tað merkir, at tað als ikki loysir seg hjá føroyingum at keypa á netinum.

Elsa Bech, ið býr í Svøríki hevur nógvar kundar í Føroyum, men tað er trupult at selja til Føroya umvegis netið. Hon óttast millum annað, at tað kann vera ringt hjá kundum at gjøgnumskoða prísirnar á netinum, tí tollmarkið í Føroyum er so lágt, at tað kemur tollur á alt.

Harftrat verður avgjald fyri handfaring av pakkanum lagt á frá Posta. Sostatt kann ein kundi koma útfyri at keypa eitt turriklæði fyri 300 krónur, men enda við at gjalda 600 krónur.

- Hetta er ein stórur trupulleiki hjá mær, tí tollmarkið er so lágt, at mínir kundar kunnu næstan einki keypa uttan at fara upp um tað. Hvat kanst tú fáa fyri 299 krónur í dag? Kanska eina T-shirt, sigur Elsa. Hon heldur, at tollmarkið átti at ligið á umleið 2.000 krónum.

- Nógv tann stórsta sølan hjá mær er umvegis netið, men nethandil til Føroya kanst tú ikki hava nógv av, um ikki  tollmarkið hækkar, sigur hon. Tað er ofta lættari hjá henni, at taka vøru til Føroya, gjalda toll av henni og selja hana í Føroyum.

Umframt netið verða hennara vørur seldar gjøgnum Sirri í Føroyum. Síðst í maj letur elsabech handil upp í Malmø. At lata ein handil upp ger tað lættari at selja, og hon droymir um at lata ein upp í Føroyum eisini.

- Tá eg havi ein handil, kann eg framleiða beinleiðis í handilin. Har er einki millumlið, og tað er nógv tann lættasti mátin at selja upp á, sigur Elsa Bech.

Elsa Bech stendir fyri merkinum elsabech. Hon sniðgevur klæðir, sum hon selir á netinum, men hon fer haraftrat at lata ein handil upp á Malmö á Kockumsgatan 2, Davidshall Torg.

Elsa Bech er útbúgvin á Columbine Skolen í Keypmannahavn og hevur haraftrat eina útbúgving sum design teknolog á KEA í Keypmannahavn. www.elsabech.dk