Javnvág var í vinnuskránni í farnu viku, skrivar heimasíðan bl.fo.
Trý nýggj feløg vóru stovnað. Sp/F BHA Consult, ið skal eiga virðisbrøv í KT vinnuni, Sp/F Tín Timburmaður, ið skal reka handverk og ídnað, og Sp/F AD, ið skal eiga partabrøv og gera íløgur, umframt annað.
Trý feløg vóru avtikin, eitt teirra er farið konkurs, meðan tvey eru send í likvidatión av skiftirættinum. Eitt annað felag, sum var undir tvingsilsavtøku hevur tó bjargað sær úr skiftirættinum.
Sí allar broytingarnar í vinnuskránni BL.FO her