Trý fólk fingu bót av lógarbroti við einum prutli

Ot tvey fólk fingu klipp í koyrikortið

Seinnapartin í gjár tók løgreglan eitt prutl í Havn. Talan var um eitt av størru prutlunum, sum kann koyra 45 km um tíman. Av tí at førarin var ov ungir at hava koyrikort til størru prutlini, fekk hann bót fyri tað. Hann fekk eisini bót fyri at hava ein annan persón uppi á prutlinum. Hesin persónurin fekk eisini bót fyri at sita á prutlinum, og eigarin av prutlinum fekk eisini bót fyri at hava lænt einum persóni prutlið, sum var ov ungur at koyra.

Løgreglan gjørdi gjár ferðmátingar í Søldarfirði. Har vórðu tvey mál skrivað, har førararnir fingu klipp í koyrkortið. Annar fyri at koyra 74 km um tíman í bygdum øki, og hon fyri at koyra 76 km um tíman á sama strekki.