Ein serstøk gongu- og súkkluleið millum Sandslíð og Meginskúlan verður mett at kosta millum 40 og 60 milliónir krónur.
Loysnin er eitt av høvuðsuppskotunum í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu.
Í dag er eingin samanhangandi farleið til gongufólk og súkklufólk á strekkinum. Tey noyðast tí út á landsvegin, har hámarksferðin lutvíst er 80 kilometrar um tíman.
Leiðin er eisini skúlaleið hjá børnum.
Strekkið frá Meginskúlanum móti bygdini er umleið 3,9 kilometrar. Á umleið 1,96 kilometrum er hámarksferðin 80 kilometrar um tíman. Restin av leiðini hevur í høvuðsheitum hámarksferðina 50 kilometrar um tíman.
Ein gongubreyt er á bert 152 metrum av seinna strekkinum.
Børn vísa á ótryggleika
Í eini skúlavegakanning hava børn víst á, at tey kenna seg ótrygg, tá tey skulu ferðast á vegnum saman við bilum.
Sambært ætlanini er støðan serliga trupul í myrku tíðini, tí ljósviðurskiftini ikki eru nøktandi.
Borgarar hava somuleiðis ført fram, at vegurin millum býlingarnar kennist ótryggur, og at bilarnir koyra skjótt.
Ein tvívegis felagsbreyt fyri gongufólk og súkklufólk verður mett at vera tryggasta loysnin. Hon verður skotin upp í eystaru síðu á landsvegnum frá Meginskúlanum til Sandabrekkuna.
Trupult inni í Vika
Tað er kortini ikki lætt at fáa pláss fyri leiðini allastaðni.
Inni í Vika er trongt, og sambært ætlanini er neyðugt at taka serligt náttúruatlit. Ein møguleiki er at seta hámarksferðina niður í 40 kilometrar um tíman og leggja gongu- og súkklubreytina nærri vegnum.
Ein onnur loysn, sum verður nevnd, er ein gongu- og súkklubrúgv tvørtur um Sandsvatn.
Aðrastaðni standa húsini so tætt við vegin, at pláss ikki er fyri bæði einum seks metrar breiðum vegi og eini tríggjar metrar breiðari felagsbreyt.
Bíligari loysn kostar fýra milliónir
Ferðslutrygdarætlanin lýsir eisini eina munandi bíligari loysn.
Alt strekkið kann í staðin gerast til ein sonevndan 2-minus-1-veg. Ein slíkur vegur hevur sjónliga bert eina koyribreyt, hóast bilar kunnu koyra báðar vegir. Gongufólk og súkklufólk fáa øki uttan fyri strikaðu kantlinjurnar.
Tá tveir bilar møtast, koyra teir út um kantlinjurnar, men skulu víkja fyri súkklum og gongufólki.
Henda loysnin verður mett at kosta umleið fýra milliónir krónur.
Ein 2-minus-1-vegur er sostatt nógv bíligari enn ein serstøk gongu- og súkkluleið, men ferðslutrygdarætlanin vísir eisini á vansar. Loysnin kann kennast ótrygg hjá súkklufólki, um nógv bilaferðsla er, og hon krevur, at bilførarar skilja og virða nýggju vegmerkingina.
##med2##
##med3##
##med4##














