Útsett vegna verkfall

Um kappingina hjá Sosialinum og Atlantic Airways


Tað er ikki bara í heimligu samferðsluni, at verkfallið órógvar. Eisini kappingin hjá Sosialinum og Atlantic Airways um atgongumerki til dystin millum FCK og Brøndby verður nú órógvað.
Upprunaliga var ætlanin, at vit skuldu kunngera vinnaran av kappingini í blaðnum í dag, men fyri at tryggja okkum, at allir teir seðlar, sum eru sendir við postinum, koma við, verður vinnarin av kappingini ikki kunngjørdur fyrr enn í mikudagsblaðnum komandi.
- jm