Útskifting í Stjørnuni

Simona Petersen hevur eitt sindur óvæntað skifti til Kyndil, meðan norski málverjin, Elisabeth Bergvin, spælir sín seinasta dyst fyri felagið sunnudagin á Skála. Enn er ógreitt um nakar kemur í teirra stað

Tað kom illa við hjá Stjørnuni, tá tað í seinastu sekundunum av seinnu hálvfinaluni í steypakappingini gjørdist greitt, at tær ikki sleppa í finaluna. Kappingarárið hevur ikki eydnast væl, og steypakappingin var helst einasti møguleikin fyri at fáa heiðursmerki.

Bara fáa dagar eftir tapið gjørdist greitt, at Simona Petersen og Elisabeth Bergvin ikki halda fram í felagnum. Tað ljóðar til, at felagið arbeiðir við at finna ein avloysara í málinum og møguleika ein spælara afturat.

- Tað er framvegis ógreitt um vit fáa ein nýggjan málverja. Einki er komið upp á pláss, sigur Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, venjari hjá Stjørnuni.

Sum einstakligur er Simona Petersen avgjørt ein góður spælari, men spurningurin er nú um Stjørnan skal hava avloysara fyri skotsterka bakkin.

- Vit hava ein hóp, sum eg eri væl nøgdur við, men finna vit eina langtíðar loysn, so er ikki ómøguligt, at vit fáa onkran afturat, sigur Svein Rógvi.

Hetta kappingarárið tykist verða farið í vaksið. Tí verður dentur lagdur á uppbygging og menning av liðnum restina av kappingarárinum, hóast venjarin ikki vil avskriva at koma í FM finaluna fyrr enn tað er ógjørligt at røkka tí málinum.

Elisabeth Bergvin flytir aftur til Noreg, men venjarin váttar, at hin útlendingurin í felagnum, toppskjúttin Ema Bezanovic, heldur fram í felagnum restina av kappingarárinum.

Stjørnan spælir móti StÍF á Skála sunnudagin.