Ársins Virki
Sosialurin fer í dag at lýta afturyvir og hyggja at teimum virkjum, fyritøkum og stovnum, sum síðan ár 2000 hava fingið heiðurin at vera kosin Ársins Virki á Vinnudegnum.
Tað eru tilsamans átta feløg, sum síðan ár 2000, tá tiltakið var á fyrsta sinni, ið hava fingið henda heiður.
Í raðfylgju eru feløgini hesi: Havsbrún (2000), Tórshavnar Skipasmiðja (2001), Vónin (2002), Vaðhorn Seafood (2003), Reyni Service (2004), Faroe Marine Products (2005), Thor (2006) og Eik Banki (2007).
Av hesum eru trý ymisk fiskavirkir, ídnaðarvirkið Havsbrún í Fuglafirði, saltfiskavirki Vaðhorn á Hulki og høvdavirkið Faroe Marine Products í Leirvík.
Sum næstfyrsta felag, ið fekk henda heiður, var Tórshavnar Skipasmiðja (2001), og í 2002 fekk so trolvirkið Vónin heiðurin.
Millum vinnararnar er eisini bilafyritøkan Reyni Service (2004), reiðaravirkið Thor í Hósvík (2006), og í fjør var tað so Eik Banki, sum fekk heiðurin sum Ársins Virki.
Dómsnevndin, sum hevur havt til uppgávu at velja Ársins Virki síðan ár 2000, hevur eisini valt Ársins Átak hesi árini.
Tíverri eydnaðist okkum ikki at finna líka nógv tilfar um allar vinnarnar síðan 2000, men vit hava so roynt eftir førimuni at siga nøkur orð um hvørja fyritøku sær.