Tað er longu farið við nógvum yvirskriftum, at Cristiano Ronaldo slapp undan at fáa reyða kortið, tá ið Portugal í kvøld spældi seg víðari í HM eftir 1-1-javnleik í einum rokaligum dysti ímóti Iran.
Les eisini: Portugal slapp við skrekkinum
Dómarin, Enrique Caceres úr Paraguay, varð kallaður út á síðulinjuna at hyggja nærri at einari støðu, har Cristiano Ronaldo møguliga sló ein mótstøðuleikara. Niðurstøðan var, at Ronaldo skuldi fáa gult kort.
Var tað í lagi – ella átti Ronaldo reyða kortið? Metið sjálvi um støðuna á sjónbandinum omanfyri.