Ingolf S. Olsen
Viðbreknar, sterkar persónligheitir við stórum ego. Fólk av hesum slagnum eru eisini í sjúkrahúsverkinum, og er tað kanska ein av høvuðsorsøkunum til, at stríðið um og millum tey trý føroysku sjúkrahúsini ongan enda tykist fáa.
Í øllum førum heldur Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum, at Heilsumálaráðið og politiska skipanin ikki hava havt rygg til at framt neyðugar nýskipanir innan sjúkrahúsverkið, tí tað umframt politisku skipanina eisini ræðist ávísar persónar innan heilsuverkið sjálvt.
Øvugt valdsbýti
“Vit síggja ofta eitt øvugt valdsbýti innan sjúkrahúsleiðslu í Føroyum, og tað er serliga galdandi fyri tey smáu sjúkrahúsini. Tað er ikki stjórin, ið ræður, og so slettis ikki Heilsumálaráðið, men einstakir yvirlæknar. Hetta tí tað er so ringt at fáa serlæknar til yvirlæknastørvini. Stjórin heldur seg vera noyddan at leggja seg fram eftir rommum fyri at yvirlæknin ikki skal rýma”, sigur Tummas í Garði.
Í februar í ár var stjóraskeið hansara úti á Landssjúkrahúsinum, og hann vildi ikki søkja tað av nýggjum, men fór aftur í sítt gamla starv sum narkosuyvirlækni. Í níggju ár var hann ávikavist læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum, og legði starvið ávís bond á hann, tá tað snýr seg um at luttaka í almenna kjakinum. Hesi bond eru burtur nú.
“Samstarvið í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum hevur riggað fínt, og samstarvið millum sjúkrahúsini riggar eisini í mun til tær fortreytir, ið eru galdandi. Men tað er júst fortreytunum, tað er galið við, og onki verður gjørt fyri at broyta tær”, sigur fyrrverandi læknastjórin.
Ein av hesum fortreytunum, sum sambært Tummas í Garði er skeiv, er, at vit vilja hava trý fult tilbúgvin sjúkrahús.
“Lógin krevur,at hvørt sjúkrahús skal hava ein medisinara og ein almen-kirurg í yvirlæknastørvum. Hetta eru teir sonevndu generalistarnir, men trupulleikin er bara, at teir finnast ikki longur. Allir læknar í dag fara serlæknaleiðina, so tá Suðuroygar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús søkja eftir kirurgiskum yvirlækna, fáa tey ein serlækna við onkrari lutfallsliga smalari sergrein. Tað er púra tilvildarligt hvørja sergrein hesin læknin hevur, men hann vil oftast sleppa at brúka hana og krevur, at dýr útgerð verður keypt inn til endamálið, og so er hansara sergrein vorðin eitt viðgerðartilboð á sjúkrahúsinum. Sjálvsagt pyntar tað eisini um prestisjuna hjá sjúkrahúsinum, sjálvt um sergreinin er fullkomiliga tilvildarlig”, staðfestir hann.
Ein leiðsla
Hann ivast onga løtu í, at tað er alneyðugt at øll trý sjúkrahúsini verða løgd saman undir eina leiðslu.
“Í pengum hevði størsta sparingin verði, um vit bara høvdu eitt sjúkrahús, men politiskt er tað avgjørt, at vit skulu hava trý. Eg eri heldur ikki úti eftir at steingja á Tvøroyri og í Klaksvík, men eitt nýtt og greitt uppgávubýti má gerast. Tað sum gongur fyri seg nú við ongari samskipan av virkseminum og høpisleysum dupultfunksjónum, kann ikki halda áfram”, sigur Tummas í Garði og nevnir fleiri dømi:
“Ein føroyskur urologur, sum starvast á Aalborg Sjúkrahúsi, hevur í fleiri ár verið knýttur at Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og á Landssjúkrahúsinum hava vit eisini í fleiri ár havt eitt samstarv við urologarnar á Skejby Sjúkrahúsi, sum koma her fast eina viku um mánaðin og gera umfatandi kirurgi. Og so verður ein yvirlækni settur í Suðuroy, sum tilvildarliga eisini er serlækni í urologi, og so verður tað gudhjálpi mær eisini ein sergrein har. Eg haldi, at einhvør dugir at síggja, at her verður orkan ikki brúkt rætt”.
“Tað sama við ortopediini, sum er í øllum støðum, og hjartasjúkuviðgerð, sum er bæði í Havn og í Suðuroy. Eitt er, at tað er demotiverandi at síggja, at dýr útgerð óneyðugt verður keypt til trý sjúkrahús í staðin fyri bara til eitt, men størri týdning hevur tað, at tú mást staðfesta, at dygd og sjúklingatrygd als ikki er í hásæti, tá man ber seg at upp á handa mátan”, sigur Tummas í Garði.
Venjing skal til
At serskurðviðgerðir í einum frammanundan fólkafátækum landi sum Føroyum verða býttar út á trý sjúkrahús hevur eisini beinleiðis ávirkan á sjúklingatrýgdina, heldur hann, tí tað merkir, at longri verður millum skurðviðgerðirnar, sum hvør einstakur lækni ger. Tað merkir, at venjingin, rutinan, verður verri.
“Rutinan hevur nógv at siga, og eisini vit á Landssjúkrahúsinum fara uttanlands at fáa okkum venjing. Sjálvur eri eg javnan á Ríkissjúkrahúsinum í Kepmannahavn og arbeiði. Tað er heldur ikki líka mikið, hvar ein fer. Tað er ikki vist, at ein fær so ymiskar royndir og holla læru av at gera eina rúgvu av einføldum skurðviðgerðum á onkrum lítlum sjúkrahúsi í Norðurnoregi heldur enn á einari stórari skurðdeild á einum stór-sjúkrahúsi við einum fólkagrundarlagi á fleiri hundrað túsund”, sigur Tummas í Garði.
Skurðviðgerðir miðsavnast
Ikki minst tí heldur hann, at øll viðgerð, serliga skurðviðgerð, ið krevur serligar førleikar, skal gerast í Havn.
“Eg kenni øll hesi argumentini um at býta sergreinarnar millum sjúkrahúsini, men tað er í roynd og veru nakað tvætl, og harafturat vandamikið fyri sjúklingarnar, tí tá kompliseraðar skurðviðgerðir skulu gerast, er altíð brúk fyri meiri enn einari sergrein, og í øllum førum skulu tær vera tøkar, um okkurt miseydnast, ella komplikasjónir verða. Tí skulu allar sergreinarnar verða savnaðar á Landssjúkrahúsinum. Men tó kundu lækna- og sjúkrarøktarfrøðingatoymi verði send út til tey smærru sjúkrahúsini at gera minni krevjandi skurðviðgerðir”, sigur narkosuyvirlæknin.
Júst hansara sergrein – doyving ella anæstesi á læknamáli – er altíð neyðug at hava til staðar, tá sjúklingar skulu undir skurð, líka mikið, hvat teimum feilar.
“Nú eru fýra narkosulæknar á Landssjúkrahúsinum. Samstundis er eitt narkosulæknastarv normerað í Suðuroy og eitt í Klaksvík. Ongin vil tó í tey størvini, so har mugu tey leiga narkosulæknar inn, tá skurðviðgerðir eru á skránni. Alt hetta í Staðin fyri at allir – fimm ella seks – narkosulæknar vóru í starvi á Landssjúkrahúsinum, og teir so kortini eisini kundu verði sendir út til skurðviðgerðirnar í Klaksvík og í Suðuroy”, sigur Tummas í Garði.
“Hetta sama er galdandi fyri hini serøkni eisini, har dupultfunksjónir eru. Trýstið á Landssjúkrahúsið er stórt, samstundis sum serlæknar eru bæði á Tvøroyri og í Klaksvík, sum ofta hava lítið at gera”, sigur hann.
Ongin grundgeving
Tummas í Garði heldur ikki, at ein einasta læknafaklig grundgeving er fyri at hava trý fult tilbúgvin sjúkrahús í Føroyum.
“Tær akuttu støðurnar – skaðatilburðir og føðingar til dømis – ið ofta verða nýttar sum grundgevingar fyri, at vit mugu hava trý sjúkrahús, krevja júst tað øvugta. Vit noyðast at fyrihalda okkum til tær ásetingar, sum danska Sunnhedsstyrelsen kemur við, og í Danmark hava tey, gaman í við buldur og brak, stongt fleiri smærri akuttar móttøkur, og miðsavnað til størri sonevndar traumadeildir. Sjúkrabilarnir skulu einfalt koyra fram við teimum smáu sjúkrahúsunum. Tí skaðatilburðir krevja sera ofta eina rúgvu av serførleikum á móttakandi sjúkrahúsinum. Ein einsamallur lækni á vakt á einum lítlum sjúkrahúsi fær ikki tryggja eina optimala og skjóta diagnostisering og viðgerð, tvørturímóti kann hann lættliga seinka røttu viðgerðini og tískil gera ilt verri. Nógv tann besti førleikin í Føroyum er á Landssjúkrahúsinum, men tá vit koma til kort í slíkum støðum, mugu vit jú í skundi flyta sjúklingarnar av landinum”, sigur Tummas í Garði.
Lív ella deyð
“Tað sama er galdandi við føðingum, um ikki alt gongur eftir bókini. Væl veit eg, at tað ikki er ein sjúka at vera við barn, men at eiga kann kortini knappliga broytast til eina sera álvarsama støðu, sum krevur skjótt og trygt inntriv frá serlæknum. Tá er ikki nóg mikið, at bara ein almenkirurgur ella ein ortopedur, og ein narkosusjúkrasystur eru einsamøll á vakt”, sigur Tummas í Garði og leggur afturat.
“Landið brúkar nógvar pengar um árið upp á ein tyrlutilbúgving at taka sær av sjúklingum, ið hava brátørv á sjúkraflutningi, so eg dugi ikki at síggja, hví vit eisini skulu brúka nógva og dýra orku upp á akuttmóttøkur á teimum smáu sjúkrahúsunum”.
Hann vil ikki koma inn á ítøkilig dømi, men sigur, at tað er hent meira enn einaferð, at sjúklingar í Føroyum eru deyðir, tí teir ikki beinanvegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráðsjúku ella eftir vanlukkutilburð.
Tí heldur hann eisini, at tað var ein fullkomuliga ábyrgdarleys avgerð av landsstýrismanninum í heilsumálum at taka, tá hesin gjørdi av ikki at fylgja tilmælinum frá landslæknanum um at steingja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tummas í Garði heldur tað vera skilagott at umskipa sjúkrahúsini í Suðuroy og Klaksvík til heilsudeplar, har dentur verður lagdur á endurvenjing, eftirviðgerð og heilsurøkt, og einfaldar skurðviðgerðir, sum skulu fremjast av skurðlæknum, ið eru útsendir av Landssjúkrahúsinum.
Stýr á sergreinunum
Umframt sjúklingatrygdina og dygdina í viðgerðini annars, hevur tað stóran týdning fyri evnini at lokka fleiri serlæknar til, at sjúkrahúsini koma undir eina leiðslu, og øll serlæknastørvini verða miðsavnað á Landssjúkrahúsinum, heldur Tummas í Garði, tí ongin serlæknagrein kann fungera optimalt í dag, við bert einum serlækna einsamallum úti á einum lítlum sjúkrahúsi.
“Tað hevur verið trupult at fáa teir læknarnar, vit hava mest brúk fyri, men tess størri og meira fjølbroytt tað læknaliga umhvørvið er, tess størri er hugurin hjá læknum at koma her. Vit eru eisini í tí hepnu støðu júst nú, at nógvir føroyingar – okkurt um 100 – eru í ferð við at útbúgva seg til lækna. Um vit bera okkum rætt at, fáa skil á uppgávubýtinum millum sjúkrahúsini og gera okkum greitt, hvørjar sergreinir, vit skulu hava, so fer tað eisini at skunda undir nýggju læknarnar at fáa sær tær serútbúgvingar, vit hava størst tørv á”.
“Á tann hátt verður tilvildin minni, og tað fer at bera betur til hjá myndugleikunum at stýra sjúkrahúsunum og viðgerðartilboðunum heldur enn øvugt, sum nú, har tað eru yvirlæknar við tilvildarligum sergreinum, ið stýra”, sigur Tummas í Garði.
(Fakta)
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús við umleið 20 serlæknaøkjum, 9 konsulentskipanum og 170 seingjarplássum. Netto-rakstrarjáttanin í ár er 386,4 milliónir krónur.
(mynd1) Tummas í Garði er aftur í sínum gamla starvi sum narkosuyvirlækni á Landssjúkrahúsinum eftir níggju ár sum læknastjóri – tað seinastu tíðina broyttist heitið tó til varastjóra. Nú leiðsluábyrgdin er tikin av herðunum, liggur betri fyri hjá honum at siga sína hjartans meining um bygnaðin og tað, sum gongur fyri seg í føroyska sjúkrahúsverkinum.