Tummas Johan Richardt í Vági til minnist

Tung vóru boðini, tá pápi vinmannin hjá mær, Tummas Jonhan Richardt, andaðist á Landssjúkrahúsinum 22. feb, 87 ára gamal.

 

Tað var eisini ein tung kensla at frætta frá einum øðrum góðum vini, á veg suður við Smyril leygardagin, at Tummas Johan livdi nú sera illlani, og at hansara seinasta tíð her á fold var í nánd.

Eg var ikki meira enn komin heim til Vágs, tá skrivaði eg til mín góða vin gjøgnum alt lívið, sonin Tummas, fyri at vita hvussu støðan var. 

Jú, svaraði Tummas, at nú var ikki nógv eftir hjá pápanum tíverri. Løtu seinni var pápi vinmannin farin. 

Sigast skal, at Tummas Johan hevur eisini drigist við, at heilsan var farin at bila seinastu tíðina. Hóast tað var hann púra klárur allatíðina. 

Seinastu ferð eg heilsaði upp á hann var nýggjarsaftan heima hjá honum, har okur samlaðist, sum ikki einaferð. Har blíðskapurin var framúr, sum altíð.

Hettar tók mær sera djúpt, og ikki fyri at nevna, hvussu tað var/er fyri Tummas, Sørin, Marner og góðu konuna Jónhild. At missa teirra kæra pápa og hjúnafelag gjøgnum mong ár.

Tankar mínir komu beinanvegin um Tummas Johan og Jónhild og ikki at gloyma øll hesu árini eg havi kent tey. Tummas og eg komu at kenna hvønn annan sum 5 til 6 ára gamlir. 

Okur hava altíð hildið saman og gera tað enn. Sama er galdandi við Sørin og Marner. 

Okur eru allir Bøfressar og hava notið lívið við øllum góðum her Vesturið í Bø. 

Tað hevur altíð verið sera gott grannalag Vesturi í Bø, har ein hevur gingið inn til hvønn annan til barnaføðingardagar og annað. Ikki gloyma tíðina í Sjagagarði ella í Gjógvará, har Tummas Johan meira ella minni kundi fylgja við frá køksvindeyganum, hvussu leikur fór, hjá okkum óvitum.

Hurðin var altíð opin hjá Tummas Johan og Jónhild, har havi eg altíð følt meg væl gjøgnum øll hesu mongu árini. Ikki at gloyma at Augusta omman eisini var eitt vælsignað fólk hjá okkum smádreingjum at koma inn til. Takk fyri tað góðu tykur. 

Har er ein, so hvørki farin svangur ella kaldur útaftur og eisini havi eg mangan yvirnáttað hjá Tummas Johan og Jónhild gjøgnum øll hesu árini. 

Hóast tónleikurin ofta var hart frá, so var hjartarúmið og tolsemi sera stórt.

Tummas Johan var av raskastu monnum, arbeiddi altíð. Hann stóð í kjallaranum og tók slakt upp, ella gjørdi fyrifallandi arbeiði sum hoyrir eini húskið til, ella var hann í bønum frá morgun til myrkur, hvønn dag.

Eg minnist eisini, at hvørja ferð, ein hjálpti til í bønum, so fór ein ikki óløntur avstað aftur, hóast eg ikki hjálpti til so nógv. So var bitin av kjøti frá Tummas Johan sera kærkomin. Eisini fekk eg kjøt, tá børn mínu hildu konfirmatión í Vági. Eg eri sera takksamur fyri tað. 

Tað er ikki mong ár síðani, tá málaði hann øll húsini, tá fleiri 80 ára gamal.

Hann hevur lært sínar synir nógv, teir eru allir sera fyrikomandi, fittir, eru álítandi og raskir menn. 

Tummas Johan var ættaður úr Sumba og har í hansara barnaheimið í Sumba havi eg eisini nýtt sera góðar løtur, við øllum sum har til hoyrir. 

Har eisini hansara beiggjar Diaba og Henry, tóku ímóti okkum ungu gjøgnum árini við opnum hjørtum, bæði tá í føstulávintshald var, ella tá 3. jólakvøld var hildið við manér í Sumba. 

Sama var galdandi tá ein yvirnáttaði hjá systrini Tove og Eyðólvi í Øravík, tá eingin fartur var til Vágs eftir dansin í TB húsinum. 

Øll systkini hjá Tummas Johan vóru og eru sera hjartagóð. Har vantaði einki, Tummas og eg høvdu eitt perlulív har.

Tummas Johan var útbúgvin skipari og silgdi nógv á sínum ungum árum og hansar partur á sjónum lá ikki eftir. 

Nevnast kann, at hann var saman við pápa mínum við Jógvan á Gørðunum í 60'unum. Teir vóru eisini skyldmenn. Nú eru báðir farnir, og tað tynnist í mannaskara Vesturi í Bø, men soleiðis er lívið eisini, og lívið gongur eisini víðari. 

"Lívið endar jú einaferð 

Sorgin er her 

Tú vart teirra varði 

Nú innan Himmalsins garð"

Tað var eisini við nógvum rørdum kenslum at fáa møguleikan at hjálpa til at bera kistuna við Tummas Johan Richardt í Vágs kirkju í dag.

Kistan kom suður við Smyril og fór líkfylgið seinastu ferðina hjá Tummas Johan gjøgnum Vágsbygdina og vestur á Vágseið og síðan út í kirkjuna. Har prestur kom sera væl frá løtuni. 

Harrin styrkir tykkum øll sum eftir sita, serliga til tín góða Jónhild.

Hvíl í friði góði Tummas Johan

 

Levi