Tummas Justinussen vann ársins átak

Skipanin, sum klárar at sløkkja eld umborð á Norrønu, hevur vunnið heiðurin sum ársins átak

 

##med4##

 

Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum, sum í dag er í Norðurlandahúsinum 

Talan er um eina kollveltandi skipan, sum Smyril Line hevur sett í verk umborð á Norrønu, og sum skal setast í verk á øllum skipunum hjá Smyril Line, sum flyta elbilar. Skipanin hevur eisini vakt ans uttanlands, har stórur áhugi er. 

Pantent er eisini fingið upp á skipanina.

 

Tað er ein samd dómsnevnd, sum hevur valt at geva heiðurin til nýggju eld-sløkkiloysnina Battery Briner hjá Tummasi Justinussen.

 

Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

 

Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins Vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2023.

 

Grundgevingin hjá dómsnevndini, sum varð lisin upp á vinnudegnum fyrr í dag, sæst her. 

 

20. januar í ár skrivaði Sosialurin um skipanina:

 

Norrøna er heimsins tryggasta skip til elbilar

 

Nógv er gjørt fyri at gera tað trygt hjá Norrønu at hava elbilar á biladekkinum. Í hesum sambandi hevur Norrøna eina slóðbrótandi skipan, sum neyvan nakað annað ferðafólkaskip í verðini, hevur 

 

ÁKI BERTHOLDSEN 

 

 

– Tað er neyvan nakað ferðafólkaskip í heiminum, har tað er so trygt at hava elbilar á biladekkinum, sum tað er umborð á Norrønu. 

Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line. 

Talið á elbilum vindur alsamt upp á seg og tað er í fullum samsvari við endamálið at leggja um til grøna orku. 

Men tað reisir eisini ein spurning um trygd, tí kemur eldur í ein elbil, er tað lættari sagt enn g jørt at sløkkja eldin aftur. Tað er serliga tí at battaríið verður so ómetaliga heitt, at tað ber næstan ikki til at sløkkja. Hendan dagin skrivaði netmiðilin. www.in.fo um eitt norskt ferðafólkaskip, sum – av trygdarávum – er farið at nokta ferðafólki at elbil við á ferðini.

Tað reisir so eisini spurningin, hvussu støðan er her hjá okkum. 

Serliga verður hugsað um Norrønu, sum siglur ímillum lond við ferðafólkum og og fullum dekki av bilum. 

##med5##

 

Hugsa nógv um vandan 

Eyðvitað eru eisini nógvir elbilar við Norrønu og spurningurin er um hetta er ein vandi, leiðslan í Smyril Line hevur hugsað um. 

– Eg vissa tykkum um, at hetta er ein spurningur, vit hava hugsað nógv um, sigur Jens Meinhard Rasmussen. 

Hann sigur, at sum tíðin líðir, verða tað alsamt fleiri elbilar ¬ og gongst sum væntað, verða tað bara elbilar um nøkur fá ár. 

Sostatt er hetta við brunatrygd og elbilum, ein spurningur, tey hava hugsað nógv um, leggur hann afturat. 

Hann heldur, at tað er ógvuliga viðkomandi at reisa hesar spurningarnar, men samstundis undrast hann á, at ongar altjóða reglur eru á hesum øki. 

Men hinvegin hava tey á Smyril Line eina nullhugsjón í sambandi við skaða. Tað merkir, at tey arbeiða alla tíðina miðvíst fram ímóti tí máli, at eingi ferðafólk skulu fáa skaða ímeðan tey ferðast við Norrønu. Og heldur eingi starvsfólk hjá Smyril Line skulu fáa skaða ímeðan tey eru til arbeiðis. 

Tískil hava tey á Smyril Line gjørt sær sína egnu váðameting fyri elbilar. Endamálið er at minkað so nógv sum g jørligt um vandan av at føra elbilar við Norrønu og hinum skipunum hjá Smyril Line. 

– Tað hava vit brúkt nógva tíð, og nógva orku, upp á, sigur Jens Meinhard Rasmussen. 

Hann sigur, at úrslitið er eisini, at tey hava g jørt rættiliga umfatandi broytingar í skiparakstrinum.

 

##med2## 

 

Hava sett fleiri tiltøk í verk 

Sostatt eru fleiri tiltøk sett í verk, bæði umborð á Norrønu og umborð á hinum skipunum hjá Smyril Line. 

– Stjórin sigur, at í hesum sambandi hava tey dagført trygdarætlanina hjá Norrønu, og hinum skipunum, og manningin hevur eisini regluligar venjingar í at sløkkja eld í einum elbili. 

Úrslitið er, at summi av skipunum taka ikki elbilar við yvirhøvur, sigur Jens Meinhard Rasmussen. 

Norrøna tekur elbilar, men eisini í tí sambandi eru fleiri tiltøk sett í verk fyri at minka so nógv um vandan sum gjørligt. 

Stjórin sigur, at í hesum sambandi verður serliga hugsað um tvey viðurskifti. 

– Í fyrra lagi leggja vit stóran dent á at fyribyrgja, at vit yvirhøvur koma í eina støðu, har eldur kann koma í ein elbil á bila¬ dekkinum á Norrønu, sigur Jens Meinhard Rasmussen. 

Tí skulu tey, sum bíleggja pláss til bil við Norrønu, upplýsa um tað er ein elbilur tey hava við. Tað er fyri at manningin alla tíðina skal hava fult yvirlit eftir, hvussu 

nógvir elbilar eru við Norrønu á hvørjum túri ¬ og hvar á dekkinum teir standa. 

Men nú sleppa elbilar, sum hava skaða, ikki longur við Norrønu. Tað er tí at hevur bilurin fingið skaða økir tað um vandan fyri at battaríið eisini hevur fingið skaða, og so er størri vandi fyri, at eldur kemur í. 

Tá ið ferðafólk ætla sær við Norrønu við elbili, skulu tey sostatt eisini upplýsa um bilurin hevur skaða ¬ men manningin gongur eisini runt og hyggur um nakar skaði er at síggja. 

– Í øðrum lagi leggja vit stóran dent á, at kunna sløkkja ein eld bæði skjótt og effektivt, skuldu vit komu í eina støðu, har eldur kemur í, sigur stjórin. 

– Norrøna hevur eina sera effektiva sprinklaraskipan og harumframt er manningartalið stórt, og tað er tað mest effektiva amboðið vit hava ímóti eldsbruna, eisini ímóti eldsbruna í elbilum, sigur hann. 

– Harumframt hava vit g jørt stórar íløgur í ymsa útgerð fyri at minka so nógv um vandan, sum g jørligt, leggur hann afturat. 

 

 

Nýggjar skipanir 

Somuleiðis hava tey umborð á Norrønu útvegað sær fleiri termisk kamera. Tað eru tól, sum beinanvegin siga frá um hitin veksur á biladekkinum. 

Talan er bæði um kamera, sum eru sett upp á biladekkinum, og hondhildin kamera til manningina so at tey fáa fylgt við alla tíðina.

– Vit hava eisini útvegað okkum heilt serlig brandteppi til at legg ja út yvir ein bil, skuldi eldur komið í. Somuleiðis hava vit fingið eina nýgg ja dýsuskipan, sum kann flytast runt á skipinum. Tað merkir, at kemur eldur í ein bil, kunnu vit beinanvegin spræna vatn á hann, og eisini upp undir bilin, har hann stendur á dekkinum.

Harafturat hava tey útvegað sær heilt serligar brandøksir við slangu á. Skuldi eldur komi í ein bil, kunnu tey sostatt høgga hol á hann og – í sama viðfangi – fylla hann við vatni upp á onga tíð. 

 

Slóðbrótandi skipan 

Men nýgg jasta tiltakið hjá Norrønu fyri at bøta um trygdina í sambandi við elbilar, er slóðbrótandi. 

Tað, stjórin á Smyril Line veit, er tað einki annað ferðafólkaskip í heiminum enn Norrøna, sum hevur eina slíka skipan. 

Tað er ein heilt nýggj skipan, sum tey eru í ferð við at installera umborð á Norrønu í hesum døgum. Tað er ein skipan við saltvatni, sum kann kølast heilt niður á 21 kuldastig. 

Tað merkir, at kemur eldur í ein elbil, kann hann, uppá onga tíð, fyllast saltvatni, sum er minus 21 stig. – Tað er ein skipan, vit hava roynt í verki og úrslitið av teimum royndunum er, at tað er nokk til at sløkkja eldin í einum elbili, sigur Jens Meinhard Rasmussen. 

 

##med3##

 

HETTA ÁLVARSMÁLIÐ FARA VIT AT TAKA UPP 

 

Strandferðslan fer nú at kanna, hvussu tey skulu gera tá ið elbilar eru við ferjunum hjá Strandferðsluni 

 

ÁKI BERTHOLDSEN 

 

– Hetta er eitt álvarsmál, sum vit fara at taka upp 

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni. 

Tað, hann sipar til, er at tey fara at taka málið upp um, hvussu tey skulu bera seg at fyri at gera tað trygt sum til ber at flyta elbilar við Smyrli, og hinum ferjunum hjá Strandferðsluni. 

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað eru ongar almennar reglur 

at halda seg til. Men hann leggur afturat, at tá ið ongar almennar reglur eru, er hetta ein spurningur, Strandferðslan sjálv fer at taka upp. Sostatt fer Strandferðslan at gera sína egnu váðameting av støðuni, sigur Niels Juel Arge. Og hann sigur eisini, at í hesum sambandi skulu vit vænta, at onkrar broytingar vera. 

Hann sigur, at Strandferðslan hevur serlig brandteppi til at breiða út yvir bilar, skuldi eldur komið í ein bil á biladekkinum á Smyrli, ella einum av hinum skipunum. 

 

##med6##

Hetta eru teppi, sum eisini verða brúkt, skuldi eldur komið í ein elbil. Tað er eitt teppi, sum verður breitt út yvir eldin í eini roynd at køva hann og at forða fyri, at eldurin breiðir seg. Samstundis verður kølt niður við vatni og sprinklarum. 

Samstundis verður beinanvegin siglit inn í nærmastu havn og hjá hjá skipunum hjá Strandferðsluni er tað altíð skjótt at sigla, tí tey eru so aldrin meiri enn ein tíma frá nærmastu havn. 

Skerja talið á bilum við ferjunum

Niels Juel Arge sigur, at Strandferðslan fer eisini at viðgera spurningin um nakað annað skal gerast. Eitt, sum ikki er óhugsandi, er, at talið á bilum umborð á ferjunum verður avmarkað fyri at manningin skal hava pláss at ganga á biladekkinum við brandteppinum, skuldi brúk verið fyri. 

Verður Smyril tikin sum dømi, eru fýra røð av bilum lið um lið og ein máti kann so verða at tað ikki skulu vera meiri enn trý røð av bilum fyri at tað skal vera betri pláss á bilinum. 

Men tað merkir so at tað sleppa eini 40 bilar færri við Smyrli, ella hvat tað verður. 

– Tað er altavgerandi, at tað er pláss á biladekkinum hjá manninginum at fara við brandteppinum til ein bil, sum eldur er komin í, sigur Niels Juel Arge. 

Hann sigur, at somuleiðis kann talan kann eisini verða syrg ja fyri, at allir elbilarnir verða settir á ávís pláss á Smyrli, og at teir ikki verða settir upp á rampuna. 

– Vit fara nú at gera støðuna og fara at lata politiska myndugleikanum eitt upplegg, sigur Niels Juel Arge. 

 

##med7##

 

Tummas Justinussen er maðurin, ið hevur finnið upp á eldsløkkiskipanina til elbilar

Trýst á pílin fyri at hoyra grundgevingarnar fyri at geva Tummasi Justinussen Ársins Átak

Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Tummas Justinussen, uppfinnarin, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum/Føroya Arbeiðsgevarafelag