Tummas Martin Sólsker úr Klaksvíkar Talvfelag vann 1. bólk í FM kappingini í talvi, sum í dimbuldagavikuni var í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Tummas Martin vann 7,0 stig. Honum næstir vóru Ingolf Gaard úr KTF, sum vann 6,5 stig, og Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, sum vann 6,0 stig.
Úrslitini hjá hinum: Jógvan Næs, HT og Rógvi Dragaberg, KTF, 5,5 stig, Esbern Christiansen, KTF, 4,5 stig, Jón Mikkelsen, VT, 3,5 stig, Jaspur T. Gaard, HT, 3,0 stig, Gutti Petersen, ST, 2,0 stig og Jákup F. Joensen, GT, 1,5 stig.
Í almenna bólkinum var Mannbjørn Anthoniussen, KTF, bestur við 6,5 stigum. Herluf Mortensen, HT, vann eisini 6,5 stig. Teir næstu vóru Vagn Heldarskarð, KTF, og Ronny í Lon, HT, 6,0 stig, og Símun Skorastein, GT, og Ingolf Debes, Rókur, 5,5 stig.